24. Mars. 2021

Megnar toskahálið á Føroyabanka bert eitt eindømi

 

Fjølmiðlar hava víst á filmsupptøkur frá Bankatúrinum í mars 2021, har víst verður á stórt hál við stórum og feitum toski, sí myndir. Hetta hálið var tó ikki umboðandi fyri júst lidna túrin, men bert eitt eindømi. Hetta eina hálið gav gott og væl helvtina av toskaveiðuni allan túrin. Úrslitini fyri túrin sum heild vístu, at samanborið við seinastu umleið 15 árini var meira at fáa av toski í mars í ár.

 

Í mars í fjør var tó sera nógv fingið av toski á Føroyabanka. Yvirlitstrolingarnar í september og royndirnar við línuskipum í 2019-2020 benda hinvegin á, at tað er lítið til av toski á Føroyabanka. Orsøkin til hendan mismun millum kanningarúrslitini er ókend, og tað er tí framvegis ivasamt, hvussu nógvur toskur er á Føroyabanka.

 

Magnus Heinason kom aftur av váryvirlitstúrinum á Føroyabanka týskvøldið 23/3-2021 í øllum storminum. Hóast ivasamt veður flestu dagarnar, hevur hilnast væl. Tiknar vóru 27 trolstøðir og 23 hydrografistøðir. Hetta var eisini seinasti túrurin hjá Magnusi Heinasyni sum rannsóknarskip hjá Havstovuni eftir samfull 41 ár.

 

Les túrfrágreiðingina her.

 

 

Hannipoula Olsen ( This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. )