11. Feb. 2021

Grindin á Ytra Banka

 

Grindin, ið varð merkt í Vestmanna fyri trimum mánaðum síðan, er nú í økinum við Ytra Banka. Grindin hevur ferðast suður móti Hatton Banka, og vestur í hellingina, men hevur kortini alla tíðina, nú háveturin er við at fara afturum, hildið seg millum 59 og 62 breiddarstig.

 

Grindin er í løtuni 100 fjórðingar úr landi.

 

Bjarni Mikkelsen ( This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ), tlf. 278588