Eldri rannsóknarskip

 

Heilt frá tí at Fiskirannsóknarstovan, nú Havstovan, varð sett á stovn í 1951, hava rannsóknir verið gjørdar við føroyskum skipum kring Føroyar. Í byrjanini var stovnurin bara opin partar av árinum, men tað broyttist til at vera alt árið, tá Jákup Sverri Joensen, fiskifrøðingur, flutti heim til Føroya í 1959. Fyrstu árini vóru kanningarnar gjørdar við leigaðum førum, sum aloftast vóru fiskiskip.

 

 

 

Ternan
Ternan varð bygd sum minusópari í Bretlandi í 1943. Føroya Landsstýri keypti hana í 1946 og átti hana fram til 1961, tá hon bleiv seld til Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinefabrik. Landsstýrið brúkti Ternuna sum strandfaraskip, hjálparskip, rannsóknarskip og vaktar- og bjargingarskip. Eisini sæst í gomlum tíðindabløðum at hon miðskeiðis í fimtiárunum einaferð var fongsul á Klaksvík í samband við læknastríðið.

 

Frá 1956 til 1961 brúkti Fiskirannsóknarstovan av og á Ternuna til eggteljingar, yngulkanningar, hydrografiskar kanningar og millumlanda sildakanningar.

 

 

 

 

 

R/S Jens Christian Svabo
Jens Chr. Svabo var nýttur sum havrannsóknarskip í tíðarskeiðinum 1964-1981. Skipið, sum upprunaliga var bygt sum fiskiskip í Danmark, var umbygt á Skála Skipasmiðju til havrannsóknir. Jens Chr. Svabo fekst bæði við kanningar av nýggjum fiskatilfeingi, t.d. laksi, og gjørdi eisini sildakanningar, yngulkanningar og hydrografiskar kanningar. Fyri at fíggja raksturin var Jens Chr. Svabo í vinnuligari veiðu partar av árinum og varð harafturat eisini brúktur sum vaktarskip.

 

 

 

 

 

R/S Magnus Heinason
Magnus Heinason var nýttur sum havrannsóknarskip í tíðarskeiðinum 1981-2020. Magnus Heinason varð bygdur av føroyskum reiðarí á Langsten Slip & Båtbyggeri AS, Tomrefjord, Noreg í 1978, sum saltfiskatrolari. Í 1980 varð skipið keypt av Landsstýrinum til havrannsóknarskip og umbygt á Tórshavnar Skipasmiðju í 1980/81. Magnus Heinason hevur gjørt nakað av vinnuligum fiskiskapi, men síðstu árini hevur hann mestsum bara gjørt vísindaligar kanningar. Skipið hevur gjørt eina ørgrynnu av kanningum, m.a. trolkanningar, merkiroyndir, akustiskar kanningar, yngulkanningar, ætikanningar, hydrografiskar kanningar, seismiskar kanningar, og fjarðakanningar. Meiri um royndirnar hjá Magnusi Heinason kann lesast her.

 

 

 

 

 

Leigað skip
Umframt omanfyri nevndu skip hevur Havstovan leigað nógv ymisk fiskiskip til rannsóknir. Í fimti-, seksti- og sjeytiárunum vóru eitt nú Gjógvarenni, Kúrberg, Enni, Gimme, Brestir, Núpur, Tindhólmur, Núgvunes, Grunnabarð, Leivur Øssurson, Brimnes, Eystnes, Akranes og Sildrekin leigað til ymsar royndir.

 

Í áttatiárunum varð Jens Chr. Svabo leigaður til høgguslokkaroyndir.

 

Síðani 2009 hevur Havstovan luttikið í felagskanningum av makreli. Av tí at Magnus Heinason ikki hevði nóg stóra maskinorku, leigaði Havstovan í tíðarskeiðinum 2009-2020 Christian í Grótinum, Finn Fríða og Trónd í Gøtu til hesar kanningar.

 

 

 

 

Talva yvir rannsóknarskip hjá Fiskirannsóknarstovuni, nú Havstovuni.

 


  Ternan Jens Chr. Svabo Magnus heinason Jákup Sverri

Havnakenningarnr.   TN 6 TN 407  

Kallimerki XPWU XPVD OW2252 XPZO

Heimstaður Tórshavn Tórshavn Tórshavn Tórshavn

Skrásetingarstatus

Strikað 19. februar 1975.
Søkt millum Stong og Eystnes 8. februar 1975.

Strikaður og upphøgdur í Danmark umleið 2006. Í gildi.  Í gildi.

Slag Vaktar- og bjargingarskip / hjálparskip / Strandfaraskip Hjálpar- og havrannsóknarskip Fiskiskip Handilsskip 

Onnur nøvn

Motor Minesweeper 277 (MMS 277)
Spógvin
Dúgvan

Vincent
Gullborgin

   

Byggiár 1943 1960 (umbygdur á Skála 1967) 1978 (umbygdur í Havn í 1981 og í samband við eldsbruna í 2007-08) 2020

Skipasmiðja Fraserburgh, Skotland Søby Staalskibsværft, Danmark Langsten Slip & Båtbyggeri A/S, Noreg MEST, Føroyar

Skrásett fyrstu ferð     20. juni 1978 2. desember 2020

Rannsóknartíðarskeið 1956-1961 1964-1981 1981-2020 2020-

Byggitilfar Eik - fura Stál Stál Stál 

Bruttotons 192,7 134,1 669 1.815

Nettotons 60,3 61,6 200 544

Longd (metrar) 30,6 26,2 37,6 51,88

Breidd (metrar) 6,6 6,2 9,52 13,6

Dýbd (metrar) 3,6 2,7 7,15 9

Longd yviralt (LOA, metrar)     44,500 54,09

Motorslag Crossley B & W Alpha M.A.K Wärtsilä

Motororka (kW) 272 257 1.320 2.998

Manningartal   5
Ógreitt hvussu nógvar koyggjur vóru til granskarar
13
5 koyggjur til granskarar
13
12 koyggjur til granskarar

Eigari

1943-1946: Bretska hervaldið
1946-1961: Føroya Landsstýri
1961-1974: Pf. Th. Mælkeforsyning & Margarinefabr. Tórshavn
1974-1975: Føroya Landsstýri

1960-1964: S. K. E. Jakobsen, Skagen, Danmark
1964-1981: Føroya Landsstýri
1981-uml. 2005: P/r Jógvan M. Hansen, Hvannasund
Uml. 2005-2006: P/F EBJ, Fuglafjørð

1978-1980: P/r S. Thomsen, Glyvrar
1980- : Føroya Landsstýri

 
Føroya Landsstýri