08. Des. 2020

Grindin enn í føroyskum sjógvi

 

Merkta grindin úr Vestmanna hevur seinastu tvær vikurnar ligið suður av Føroyabanka. Fyri tað mesta hevur hon ferðast á Wyville Thomsonrygginum, og eisini í sunnara kanti av Bankarennuni. Sostatt er grindin enn tætt við Føroyar, nú komið er út á hávetur.

 

Merkta grindin úr Bø liggur enn suðuri á 48 breiddarstigum, 270 fjórðingar vestan fyri Flemish Kap. Grindin hevur seinastu tríggjar vikurnar mest sum ferðast aftur á aftur økir, har hon hevur verið áður. Samband hevur nú verið við hesa grindina í hálvt ár.

 

Bjarni Mikkelsen ( This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ), tlf. 278588