23. Nov. 2020

Nýggj grein vísir, at varmaflutningurin inn í arktisku havøkini er øktur

 

Nýggj grein vísir, at varmaflutningurin inn í arktisku havøkini er øktur Millum Grønland og Skotland rekur heitur sjógvur úr Atlantshavi inn í Norðurhøv (reyðu pílarnir á myndini). Tað mesta av hesum sjógvi ferðast fram við Føroyum og er helst høvuðsorsøkin til, at vit hava so lýtt veðurlag, tá hugsað verður um, hvussu norðarlaga Føroyar liggja.

 

Hesin heiti sjógvur ferðast víðari móti arktiskum økjum (brotnu reyðu pílarnir) og hitar tey. Hann bræðir havís og gevur stórum havøkjum góð livilíkindi fyri uppsjóvarfiski. Tí hevur nógvur dentur verið lagdur á at kanna rákið av hesum sjógvi og serliga at útgreina broytingar. Fleiri lond hava mátað ymiskar greinar av rákinum, og Havstovan hevur í meiri enn tjúgu ár verið við í hesum kanningum. Okkara mátingar hava serliga snúð seg um rákið millum Ísland og Føroyar, sum nevnist “Føroyastreymurin” og er tann sterkasta greinin. Eisini hava vit saman við skotum kannað greinina, sum rennur millum Føroyar og Hetland.

 

Vanliga eru mátingarnar hjá teimum ymisku londunum útgreinaðar fyri hvørt øki sær; men tann 23. november 2020 kunngjørdi vísindaliga tíðarritið “Nature Climate Change” eina grein, sum samanfatar kanningar frá nógvum ymiskum økjum. Greinin hevur heitið “Increased ocean heat transport into the Nordic Seas and Arctic Ocean over the period 1993-2016” og viðger serliga varmaflutningin inn í arktisku havøkini. Ein høvuðsniðurstøða í hesi grein er, at varmaflutningurin øktist eini 7% aftan á 2001. Áður hava okkara egnu kanningar víst, at varmaflutningurin við Føroyastreyminum øktist í hesum tíðarskeiðið (https://os.copernicus.org/articles/11/743/2015/); men nýggja greinin gevur eina meiri fullfíggjaða mynd, tí at hon tekur øll rákini inn og út úr arktiskum havøki við.

 

Høvuðsrithøvundur fyri nýggju greinini er Takamasa Tsubouchi, og saman við honum hava granskarar úr Noregi, Skotlandi, Íslandi og av Havstovuni skrivað greinina. Greinin er at finna her: https://www.nature.com/articles/s41558-020-00941-3

 

Bogi Hansen ( This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ) og Karin Margretha H. Larsen ( This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ).