30. Sep. 2020

ICES tilmælið fyri uppsjóvarfisk 2021

 

ICES kunnger í dag tilmælini fyri uppsjóvarfisk fyri 2021. Mest loyvda veiðan fyri makrel lækkar við 8%, fyri svartkjaft lækkar hon við 20%, meðan mest loyvda veiðan fyri norðhavssild hækkar við 24%.

 

Makrelur
Tilmælið fyri makrel er 852.284 tons fyri 2021, hetta er 8% lægri enn tilmælið fyri 2020. Makrelstovnurin var í vøkstri frá 2007 fram til 2014, men síðani tá er stovnurin minkaður aftur. Stovnsmetingin vísir, at gýtingarstovnurin er 3,7 mió. tons, sum er oman fyri tað, sum sambært umsitingarætlanini er markið fyri, nær neyðugt er at vísa varsemi. Tilgongdin hevur verið góð síðani 2001.

 

Veiðitrýstið er minkað síðani 2003, og liggur nú undir hámarkinum fyri, nær mett verður, at veiðan er burðardygg (Fmsy = 0.26).

 

Strandarlondini ES, Noreg og Føroyar hava biðið ICES um at meta um eina nýggja langtíðar­umsitingatætlan fyri makrel. ICES hevur latið Strandarlondunum metingina í summar.

 

ICES hevur í summar endurskoðað tilvísingarvirðini fyri veiðitrýst (Fmsy = 0.26) og gýtingarstovn (Btrigger = 2,58 mió. tons).

 

Tilmæli

 

Svartkjaftur
Tilmælið fyri svartkjaft er 929.292 tons fyri 2021, sum er ein minking á 20% frá í fjør. Gýtingar­stovnurin er mettur at vera 3,2 mió. tons, og er minkaður síðani 2018, men er enn oman fyri støddina, har tað sambært umsitingarætlanini er neyðugt at vísa varsemi. Árgangirnir 2013-2015 vóru góðir, men tilgongdin síðani 2017 er mett at vera vánalig, og tí minkar stovnurin komandi árini.

 

Veiðitrýstið er minkað síðani 2015, men vaks aftur í 2019, og er enn yvir hámarkinum fyri, nær mett verður, at veiðan er burðardygg (Fmsy = 0.32).

 

Tilmæli

 

Norðhavssild
Tilmælið fyri norðhavssild er 651.033 tons fyri 2021, sum er hækking á 24% frá í fjør. Gýtingar­stovnurin er 3,5 mió. tons, og hevur verið í støðugari minking síðani 2008. Í dag er gýtingarstovnurin av norðhavssild júst oman fyri markið í umsitingarætlanini fyri, nær varsemi skal vísast (3,184 mió. tons). Tilgongdin síðani 2005 er mett at verða vánalig, undantikið árgangirnir 2009, 2013 og 2016.

 

Tað er serliga 2016 árgangurin, sum nú er vorðin partur av gýtingarstovninum, sum er høvuðsorsøkin til, at ein hækking nú sæst í tilmælinum.

 

Veiðitrýstið er vaksið síðani 2015, og er nú fari upp um hágmarkinum fyri, nær varsemi skal vísast.

 

Tilmæli

 

Talvan niðanfyri vísir ICES tilmælini um mest loyvdu burðardygga veiðu (tons) fyri svartkjaft, norðhavssild og makrel í 2021 og broytingarnar frá 2020 til 2021:

 

 

Tilmælið fyri 2020

Tilmælið fyri 2021

Broyting í tilmæli 2020-21

Makrelur

922 064

852 284

-8%

Svartkjaftur

1 161 615

929 292

-20%

Norðhavssild

525 594

651 033

24%