13. Aug. 2020

Grindirnar ymiska ferð

 

Merkta grindin úr Havn hevur verið rættiliga støðuføst nú í longri tíð. Hon hevur ligið mest sum og damlað beint eystan fyri Reykjanesryggin, ímillum 59 og 60 breiddarstig.

 

Merkta grindin úr Bø, harafturímóti, hevur hildið eina miðal ferð á meir enn 3 fjórðingar, og hevur verið nokk so víða. Hon ferðaðist fyrst suðuri á 58 breiddarstig, fyri síðan at fara vestur á 36 longdarstig, og hevur so seinastu vikuna ferðast í ein landnyring, og er nú norðuri móti 62 breiddarstigum.

 

Bjarni Mikkelsen ( This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. )