03. Aug. 2020

Grindirnar nærkast hvørjari aðrari

 

Merkta grindin úr Bø ferðaðist í síðstu viku í ein útnyrðing móti Grønlandi. Grindin kom vestur á 35 longdarstig, áðrenn hon vendi, og var tá 150 fjórðingar úr Grønlandi. Grindin hevur síðan ferðast suðureftir, har dýpið hevur verið 3000 metrar. Seinastu tríggjar dagarnar hevur grindin ferðast eystur móti Reykjanesrygginum.

 

Merkta grindin úr Havn hevur verið meira støðuføst seinastu tíðina. Hon hevur ligið beint eystur av Reykjanesrygginum, millum 58 og 59 breiddarstig, men er nú farin norður á 60 breiddarstig. Báðar merktu grindirnar eru sostatt komnar í sama øki, og er verandi fjarstøða millum grindirnar 100 fjórðingar.

 

Bjarni Mikkelsen ( This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. )