27. Mars. 2020

Svartkjaftakanningar avlýstar

 

Korona (COVID19) ávirkar nú eisini sigliætlanina hjá Magnus Heinasyni, sum eftir ætlan skuldi luttaka í altjóða felagskanning av svartkjafti komandi tvær vikurnar, saman við fýra øðrum londum. Longu fyri tveimum vikum síðani komu boð frá tveimum av luttakaralondunum um, at tey kundu ikki vera við orsakað av farssóttini.

 

Rættuliga leingi sá út til at ein kanning við teimum trimum londum, sum eftir vóru, fór at verða gjørd. Men í vikuskiftinum gjørdist greitt, at kanningarnar av svartkjafti í ár vera av ongum ─ og tískil fer Magnus Heinason ikki árliga svartkjaftatúrin í ár. Svartkjaftakanningar hava verið gjørdar eftir verandi leistinum síðani 2004.

 

Hesar kanningarnar skuldu verið brúktar í stovnsmetingini av svartkjafti í ICES seinni í summar, og tað er sera óheppið, at vit ikki fáa hesi úrslit við.