Sæð okkurt spennandi?

 

Hevur tú sæð okkurt spennandi – ein fisk, eitt djór ella eitt fyribrigdi?

 

Um tú sært okkurt spennandi, sum tú hevur hug at boða Havstovuni frá, vilja vit fegin frætta frá tær.

 

Er talan um fisk, djór ella annað ítøkiligt er oftast skilabest at frysta prøvan skjótast gjørligt. Viðmerk eisini HVAR og NÆR prøvin er tikin.
Tú kanst boða Havstovuni frá prøvanum við at senda teldupost til This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ella at ringja 353900 gerandisdagar millum kl. 9 og 15; so samskipa vit, hvussu prøvin kann fáast á Havstovuna.

 

Havstovan er eisini áhugað í fráboðanum um fyribrigdi av ymsum slag. Um til ber, kanst tú taka mynd av fyribrigdinum og viðmerkja HVAR og NÆR tú hevur sæð tað.
Tú kanst skriva til okkara um slíkar eygleiðingar á This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ella ringja 353900 gerandisdagar millum kl. 9 og 15.

 

Sum heild er Havstovan áhugað í øllum, sum ávirkar og ávirkast í sjónum kring Føroyar.
Í tann mun Havstovan hevur starvsfólk við vitan um evnið, royna vit at svara øllum, sum venda sær til Havstovuna við spennandi eygleiðingum.

 

Niðanfyri eru dømir av heimasíðu okkara, sum stava frá at áhugaðir borgarar hava vent sær til Havstovuna við onkrum spennandi, teir hava sæð.

 

Vit gleða okkum at frætta frá tær.

 

 

 

Silvurkalvi rikin á land (20. jan. 2020)

 

 

 

 

Lítla- og stóra nebbasild fingnar á Landgrunninum í oktobur (27. nov. 2019)

 

 

 

 

Slánar inni við land (23. sep. 2019)

 

 

 

 

Flóðaldur 29. - 30. juni 2019 (9. juli 2019)