Tilmæli 2017

Havstovan letur tann 15. juni á hvørjum ári eitt tilmæli um fiskiskapin eftir toski, hýsu og upsa í føroyskum sjógvi fyri komandi fiskiár. Sambært lógini um vinnuligan fiskiskap er fiskiárið frá 1. september til 31. august. Lógin fer tó úr gildi tann 31. desember 2017 og um ein nýggj skipan verður sett í gildi frá 1. januar 2018, skal Havstovan helst lata landsstýrismanninum eitt nýtt tilmæli sambært teimum reglum, ið tá verða galdandi.

 

Upsastovnurin er hampiliga væl fyri, og vegna góða tilgongd, sum er á veg inn í stovnin, er stovnurin í vøkstri. Hinvegin eru toska- og hýsustovnarnir á Landgrunninum framvegis illa fyri. Báðir stovnarnir eru tætt við markið fyri, hvat verður mett at vera ráðiligt og minni enn tær støddirnar, sum í longdini verða mettar at geva bestu úrtøku.

 

Ábendingar eru um, at 2015-árgangurin av hýsu er toluliga góður og at 2016 árgangurin er rættiliga góður. Tí væntast hýsustovnurin at vaksa væl tað komandi árið. Toskastovnurin á Landgrunninum sær út til at hava nakað minni av tilgongd. 2015 árgangurin sær út til at vera lítil, men 2016 árgangurin heldur betur, tó hann er nakað undir miðal. Væntað verður tí, at toskastovnurin fer at vaksa spakuligari enn upsa- og hýsustovnurin.

 

Veiðutrýstið á upsastovnin (t.e. tann parturin av stovninum, ið verður veiddur um árið) er hægri enn tað veiðutrýst, sum í longdini verður mett at geva ta bestu veiðuna. Eisini er veiðutrýstið á toska- og hýsustovnin væl hægri enn tað, sum í longdini gevur ta bestu úrtøkuna. Mælt verður tí til at minka veiðutrýstið á allar tríggjar stovnarnar.

 

Mælt verður til, fyrst at taka teir óbrúktu dagarnar úr skipanini (fyri allar skipabólkar samanlagt) og svarar hetta til umleið 40% av teimum tillutaðu døgunum í verandi fiskiaári.

 

Mælt verður til, at rist verður brúkt í upsatrolum undir Føroyum. Um hetta verður gjørt, verður mælt til at tilluta Bólki 2 (t.e. trolararar, ið veiða tann mesta upsan), sama dagatal sum tað brúkta dagatalið í fiskiárinum 2016/2017. Mett verður, at rist í upsatrolunum fer at minka munandi um veiðutrýstið á teir yngru árgangirnar.

 

Um rist ikki verður kravd í upsatrolum, verður mælt til, at Bólkur 2 fær tillutað 28% færri dagar enn teir brúktu dagarnir í fiskiárinum 2016/2017.

 

Fyri Bólk 3, 4 og 5, ið serliga veiða tosk og hýsu, verður mælt til, at teir tillutaðu dagarnir verða 50% av teimum brúktu døgunum í fiskiárinum 2016/2017.

 

Fyri tosk á Føroyabanka verður framvegis mælt til, at eingin fiskiskapur verður komandi fiskiár.

 

Afturat hesum hevur Havstovan m.a. mælt til tiltøk fyri at verja ungfisk og broytingar í gýtingarfriðaðu økjunum hjá toski.

 

Hóast mælt verður til ógvislig átøk, serliga fyri at verja toska- og hýsustovnin, skal leggjast afturat, at ábendingar eru um, at batar eru ávegis. Teir upplýsingar, ið Havstovan hevur savnað benda á, at náttúruviðurskiftini á Landgrunninum eru batnandi. Bæði í fjør og higartil

 

í ár er meira av føðsluríkum æti á Landgrunninum enn árini frammanundan, nøgdin av nebbasild er økt, og meira av smáum fiski tykist koma undan enn undanfarnu árini. Nú ræður um at hjálpa til tað vit kunnu, soleiðis at vit so skjótt sum gjørligt aftur kunnu koma upp á tað støðið í stovnum og fiskiskapi, har vit eiga at vera.

 

Tilmæli frá Havstovuni

 

Skjal 2. ICES advice 2017

 

Skjal 3. Samanbering millum nýggj og eldri tilvísingarvirði, og samanbering millum úrslit frá stovnsmetingum í 2016 og 2017

 

Skjal 4. Ávirkan av skiljirist og friðing á upsaveiðu hjá partrolarum

 

Skjal 5. Meting av friðaðum og stongdum økjum