Lýsing av Jákup Sverra

 

Havstovan rekur rannsóknarskipið Jákup Sverra. Við skipinum verða gjørdar kanningar, m.a. av havfrøði, æti, yngli, botnfiski, uppsjóarfiski og reiðskapi.

 

Við ársskifti verður gjørd ein kanningarætlan fyri eitt ár fram. Har verða ymisku túrarnir ásettir, nær teir verða og hvør hevur fakligu ábyrgdina. Stutt eftir at einstøku túrarnir eru lidnir, verður ein frágreiðing skrivað um túrin.

 

Á hesum síðum finna tygum eina stutta lýsing av skipinum, umframt stutta lýsing av eldru rannsóknarskipunum.

 

Eisini eru frágreiðingar frá einstøku túrunum at finna í kanningarætlanunum undir "Túrar". Tær verða lagdar út so hvørt tær eru skrivaðar. Ynskja tygum neyvari upplýsingar enn tær, ið eru í túrfrágreiðingunum, eru tygum vælkomin at venda tygum til tann, ið hevur ábyrgdina av túrinum.

 

Í tann mun, rúm er fyri tí, eru møguleikar fyri at leiga skipið.

 

Reiðari:             Erling í Liða, This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

 

 

 


Navn: R/S Jákup Sverri

Kallimerki: XPZO
Heimstaður: Tórshavn

Byggistaður og ár: MEST, Tórshavn, 2020

Skipaslag: Handilsskip/Havrannsóknarskip
Klassi: Bureau Veritas
IMO-nummar: 9861263 
MMSI-nummar: 231 854 000
Telefon-nummar: +298 66 39 00

Mesta longd (LOA): 54,09 m
Longd: 51,88 m
Breidd: 13,6 m
Djúpgangur: 6,4 m
Djúpgangur við lorikjøli: 9,4 m

Bruttotons (BT): 1815
Nettotons (NT): 544

Motorslag: Wärtsilä
Motororka: 2400 kW
Motororka (samlað): 2998 kW

Sigliferð: 11 knots
Koyggjur til manning: 13
Koyggjur til vísindafólk: 12

   

Teknisk útgerð  

Trol: Ymisk botn- og flótitrol

Starvsstovuhentleikar: 2 turrlabb og 2 vátlabb.
Fabrikk: Sjálvvirkin skrásetingarskipan til viging og longdarmáting av veiðu. Frystirúm.

CTD/Plankton sýnistøka: Seabird CTD 911+ við rosettu, fluorometri, PAR og oksygen sensori. 3000 m veirur.
  Plankton: Multinet, MIK-net, Gulf-net, WP2-net, Chelsea FastOcean APD system.
  Ávegis termosalinografur við møguleika fyri optiskari planktonskráseting og tøðevnissensori (SUNA V2).

Multi-Beam(s)/ Sub Bottom profiling: Simrad EM712 multibeam, TOPAS PS18.

Ekkólodd/Sonar: EK-80 multifrekvent ekkólodd (6 frekvensir frá 18 til 333 kHz), EM70 multibeam, Simrad Sonar SU90 og SC90, Ocean Surveyor streymmátari (75 kHz).

Sýnistøka av botni: Spæl til kjarnusýni, 4500 m. Ymiskir grabbar.

Kranar: 2 x 30 t trol-kranar, 3000 m x 28 mm veirur, CTD-spæl 3000 m x 8.18 mm coax veirur, WP2-spæl 300 m x 6 mm, spæl 3000 x 8.18 mm coax veirur (undirsjóvarkamera, Gulf Multinet).

Samskifti: Inmarsat C, GSM, Internet fylgisveinasamband.

Egnað til: Ymiskar rannsóknir útiá og inni við land. Troling við uppsjóvartroli og botntroli, hydrografiskar kanningar og plankton-kanningar, útseting av fortoyaðum tólum og til botnkanningar. Møguleiki er fyri eitt nú seismiskum kanningum; rúm er fyri trimum 20 fóts bingjum við 400 KVA streymveiting á troldekkinum.