Error
  • The template for this display is not available. Please contact a Site administrator.

Plantuplankton á Landgrunninum

Landgrunnurin kring Føroyar hevur sína egnu samanseting av plantuplankton, og hevur eitt gróðrarmynstur sum er ørðvísi enn á teimum opnu havleiðunum. Flestu ár byrjar gróðurin fyrr um várarnar á Landgrunninum, og nøgdirnar av plantuplankton eru eisini vanliga hægri á Landgrunninum enn uttanfyri. Tó eru ár, tá tað er øvugt.

Árstíðarbroytingar
Tað er ógvuliga ymiskt frá einum ári til annað, nær gróðurin av plantuplankton á Landgrunninum um várarnar byrjar (Mynd 1). Mest vanligt er, at várblómingin byrjar í fyrru helvt av mai mánaða, men summi ár byrjar hon longu seint í apríl (t.d. í 2000), og onnur ár byrjar hon ikki fyrr enn mitt í juni (t.d. í 2002). Eisini er ójavnt, hvussu nógv av plantuplankton er tey ymisku sumrini.

Sera stórar broytingar eru eisini í, hvussu nógv plantuplankton veksur á Landgrunninum frá ári til annað. Mátingar síðani 1990 hava víst, at tey bestu árini (2000 og 2001) havur gróðurin hevur verið umleið 5 ferðir størri enn tey vánaligastu árini (fyrst í 1990 árunum og í 2002) (Mynd 2). Tey seinastu trí árini hevur gróðurin verið nakað undir miðal.

Mynd 1. Nøgd av plantuplankton á Landgrunninum seinastu 11 árini, mátað í nøgd av klorofyl per litur av sjógvi.
Mynd 2. Gróður indeks innarlaga á Landgrunninum seinastu 18 árini. Stiplaða reyða linjan vísir miðal fyri øll árini

 

Sløg av plantuplankton
Várblómingina á Landgrunninum verður serliga mynda av kiselalgum, og vanliga er mest av sløgunum Thalassiosira nordenskioeldii, Chaetoceros spp., og Rhizosolenia spp. Felags fyri hesi sløgini av plantuplankton er, at tey øll eru lutfalsliga stór og liva í felag í longum ketum (Mynd 3).

Mynd 3. Ymisk sløg av plantu-plankton, ið eru vanlig í Norðuratlantshavi.(Mynd: Jahn Throndsen, Universitetið í Oslo)

 

Summi ár taka smærri plantuplankton yvir tá líður út á summar. M.a. kann flagellaturin Phaeocystis pouchetii finnast í stórum nøgdum á Landgrunninum um summari. Hon livur í felag í smáum gelé klumpum, og tá nógv er til av hesum slagnum, sæst tað ofta sum ein hvít skúmrond fram við strendur (Mynd 4).Tá komið er út í august-septembur mánaða, minkar gróðurin aftur, og er sera lágur allan veturin. Gróðrartíðin hjá plantuplankton á Landgrunninum er sostatt í tíðarskeiðinum frá mai til august.

Mynd 4. Phaeocystis leggst sum skúm oman á sjónum,serliga fram við strendur.(Mynd: Bogi Hansen)

 

Upp