Data um føroyskt havumhvørvi

 

Havstovan savnar á hvørjum ári eina rúgvu av mátingum av hita, saltinnihaldi, streymi og øðrum, sum kann lýsa broytingar í okkara havumhvørvi.

 

Úrslit av hesum mátingum verða javnan lýst í greinum, tíðindum ella á annan hátt; men nakrar av mátingunum ber eisini til at finna beinleiðis við at fara inn á: http://www.envofar.fo/index.php?page=climate. Hesi tøl hava stóran áhuga uttanlands, og datagoymslan er tí lýst á enskum.