Teir báðir springararnir, ið enn senda frá merkingini í Fuglafirði fyri góðum tveimum vikum síðani, ferðast hvør sína leið.
Annar springarin er nú staddur suður av Íslandsrygginum, nakað miðskeiðis millum Føroyar og Ísland. Leiðin higar gekk fram við Rosemary-banka, suður um Ytstabanka og nakað vestur í dýpið, áðrenn hann vendi norðureftir aftur.
Hin springarin hevur seinastu dagarnar verið støðufastur í Wyville Thomson dýpinum, suður av Munkagrunninum, og hevur ferðast nakað aftur og fram vestur móti Føroya Banka.