30. Sep. 2022

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk 2023

 

Mest loyvda veiða í 2023 lækkar fyri norðhavssild og makrel, men hækkar nógv fyri svartkjaft.

 

Makrelur

Tilmælið fyri makrel er 782.066 tons fyri 2023, sum er ein lækking á 2% í mun til í fjør. Makrelstovnurin var í vøkstri frá 2007 fram til 2014, men síðani tá hevur hann verið í minking. Stovnsmetingin vísir, at gýtingarstovnurin er 3,8 mió. tons, sum er oman fyri tað, sum sambært umsitingarætlanini er markið fyri, nær neyðugt er at vísa varsemi. Tilgongdin hevur verið góð síðani 2001.

 

Veiðitrýstið er minkað síðani 2003 og lá fram til 2020 undir hámarkinum fyri, nær mett verður, at veiðan er burðardygg (FMSY = 0,26). Við nógv øktu veiðuni í 2021 og 2022 er veiðitrýstið farið upp á 0,36, sum er væl oman fyri hámarksvirðið og ájavnt við FPA.

 

Leinkja til ICES tilmælið fyri makrel

 

Svartkjaftur

Tilmælið fyri svartkjaft er 1.359.629 tons fyri 2023, sum er ein hækking á 81% í mun til tilmælið í fjør. Henda stóra hækking kemst av góðu tilgongdini av árgangunum 2019-2021, og serliga 2020-árganginum, sum er mettur at vera metstórur. Bæði 2019-, 2020- og lutvíst 2021-árgangirnir verða partur av gýtingarstovninum komandi ár.

 

Gýtingarstovnurin er mettur at vera 6,6 mió. tons, sum er væl oman fyri støddina, har tað sambært umsitingarætlanini er neyðugt at vísa varsemi. Minkingin síðani 2018 er vend til eina hækking í ár, vegna góðu tilgongdina.

 

Veiðitrýstið er 0,37, sum er oman fyri burðardygga hámarkið (FMSY = 0,32). Síðani 2014 hevur veiðitrýstið ligið omanfyri, men tó er tað lækkað síðstu árini og nærkast nú burðardygga markinum.

 

Leinkja til ICES tilmælið fyri svartkjaft

 

Norðhavssild

Tilmælið fyri norðhavssild er 511.171 tons fyri 2023, sum er ein lækking á 15% í mun til 2022. Gýtingar¬stovnurin hevur verið í støðugari minking frá 2008 til 2020, men góði 2016-árgangurin er vorðin partur av gýtingarstovninum, og tí kvinkaði hann eitt vet uppeftir í fjør, hevur verið nøkulunda á saman støði í 2022, men væntast at minka komandi ár.

 

Gýtingarstovnurin er í dag 3,5 mió. tons, sum er beint oman fyri burðardygga markið fyri, nær varsemi skal vísast sambært umsitingarætlanini. Tilgongdin áðrenn og aftan á 2016 er mett at verða vánalig og tí væntast, at gýtingarstovnurin komandi ár fer undir burðardygga lágmarkið.

 

Veiðitrýstið er vaksið síðani 2015 og er nú 0,192. Hetta er oman fyri hámarkið fyri, nær varsemi skal vísast (0,157 = FMSY og FPA).

 

Leinkja til ICES tilmælið fyri norðhavssild

 

Fiskiskapurin eftir sild, makreli og svartkjafti hevur seinastu árini ligið 25-40% oman fyri vísindaligu ráðgevingina vegna ósemju um býtið av stovnunum.

 

Talvan niðanfyri vísir ICES tilmælini um mest loyvdu burðardyggu veiðu (tons) fyri makrel, svartkjaft og norðhavssild í 2023 og broytingarnar frá 2022 til 2023.

 

 Talva: ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk 2023.