27. Sep. 2022

Útivið 50 fiskasløg á Vísindavøku

 

Fríggjadagin 23. september var Vísindavøka í Løkshøll.Sum vanligt vóru nógvir granskingarstovnar umboðaðir, og Havstovan sýndi fram ymisk forvitnislig fiskasløg.

 

Væl av fólki vitjaði Havstovuna í framsýningartjaldinum, sum stóð á spæliplássinum uttan fyri skúlan. Serliga stuttligt var at møta nógvu børnunum, sum vitjaðu saman við lærarum sínum. Áhugin millum børnini var stórur og spurningarnir nógvir.

 

Havrannsóknarskipið Jákup Sverri hevur verið á yvirlitstroling á djúpum vatni, og tískil kundi Havstovan sýna úti við 50 ymisk fiskasløg fram, harav fleiri, sum vit sjáldan síggja.