26. Sep. 2022

Jóhannis Danielsen á Havstovuni helt bestu snarrøðuna

 

Jóhannis Danielsen, ph.d. í lívfrøði og granskari á Havstovuni, vann snarrøðukappingina á Vísindavøkuni, sum var í Runavík fríggjadagin 23. sept. Hann røddi í 150 sekund um havhest, sum reiðrast í Føroyum.

 

Dómsnevndin, við Katrin Apol, Marnar Fríðheim Kristiansen og Dagmar Joensen-Næs, metti, at snarrøðan hjá Jóhannisi var áhugaverd og skemtilig við ymsum fakta, sum kveikti forvitnið hjá áhoyrarunum.

 

Kappingin snýr seg um heilt stutt at greiða frá einum granskingar-postara. Tiltakið var skipað soleiðis, at nakrir granskarar eftir tørni høvdu hvør sína stutta framløgu, sum var:

 

- at røða í 150 sekund

 

- ein mynd á vegginum, sum er avrit av sjálvum postaranum og

 

- einki kjak ella spurningar úr salinum

 

Hesaferð kappaðust fýra granskarar um at vinna ársins snarrøðukapping.

 

Havstovan ynskir Jóhannisi hjartaliga til lukku.