02. Juni. 2022

1.flokkur úr Sørvági á vitjan

 

20 børn og 2 lærarar úr Sørvágs skúla vitjaðu Havstovuna mánadagin fyri at kunna seg um arbeiðið hjá okkum.

 

Mánadagin vóru 20 fitt og áhugaði børn og vitjaðu Havstovuna saman við lærarum sínum. Fiskifrøðingarnir Eydna í Homrum og Helga Bára Mohr Vang tóku í móti teimum.

 

Børnini fingu frágreiðing um, hvussu Havstovan arbeiðir við at kanna alt havøkið har fiskað verður, um plantuplankton, djóraplankton, fisk, fugl og hval. Eisini vístu granskarar børnunum, hvussu mann ger magakanningar og aðrar kanningar av svartkjafti og sild.