07. Apr. 2022

Íslendski fiskimálaráðharrin á vitjan á Havstovuni

 

Týsdagin 5. apríl var íslendski fiskimálaráðharrin á vitjan á Havstovuni saman við Árna Skaale fiskimálaráðharra.

 

Hesa vikuna hevur íslendski fiskimálaráðharrin Svandís Svavarsdóttir verið á vinnuferð í Føroyum saman við íslendsku alivinnuni.

 

Íslendski fiskimálaráðharrin nýtti í hesum sambandi høvi til at vitja Havstovuna, við tí fyri eyga at kunna seg um tað samstarv, sum er millum føroyskar og íslendskar granskarar innan virkisøkið hjá Havstovuni.

 

Marita Rasmussen stjóri greiddi frá virkseminum og endamálinum við Havstovuni og deildarleiðarin á Umhvørvisdeildini Karin Margretha H. Larsen greiddi frá áhugaverda granskingararbeiðnum av havstreymunum, sum gera tað liviligt í Føroyum og Íslandi og tað samstarv, sum er við íslendsku Havstovuna. Eydna í Homrum granskari á uppsjóvardeildini greiddi m.a. frá um árligu felags kanningingarnar at gera meting av norðhavssildastovninum, sum føroyska havrannsóknarskipið Jákup Sverri ger saman við havrannsóknarskipum úr Íslandi og hinum grannalondunum.

 

Havstovan takkar fyri vitjanina og møguleikanum at greiða frá virkseminum á stovninum.