24. Mars. 2022

Hiti og føði ávirka spjaðing av norðhavssild í mai

 

Árligar sildakanningar í mai síðan 1995 vísa, at útbreiðslan av norðhavssild broytist nógv. Fyri at fáa betur greiði á hví so er, hava vit kannað slag, nøgd og spjaðing av føði, samanborið við hvar sildin stendur í mai.

 

Herfyri varð ein grein almannakunngjørd í vísindaliga tíðarritinum Frontiers in Marine Science, sum snýr seg um hetta samanspælið millum reyðæti, havumhvørvi og uppsjóvarfisk.

 

Tá sildin er liðug at gýta fram við norsku strondini, er hon svong og leitar út á opið hav at finna sær føði. Frá umleið mars til mai ferðast sildin miðvíst út frá norsku strondini og vestureftir ímóti Íslandi. Høvuðsføðin hjá norðhavssild er reyðæti, sum eisini verður nevnt Calanus finmarchicus. Hetta reyðæti finst í stórum nøgdum, bæði í Norskahavinum og Íslandshavinum. Í Íslandshavinum er tó eitt líknandi, men artiskt, slag av størri reyðæti, ið nevnist Calanus hyperboreus, sum er av stórum týdningi í vestara økinum.

 

Reyðæti rekur við streyminum. Tískil rekur reyðæti úr Íslandshavinum við Íslandsstreyminum og inn í Norskahavið. Tá ein stór mongd av Íslandssjógvi rekur inn í Norskahavið, eru eisini stórar mongdir av reyðæti mátaðar norðanfyri Føroyar eftir so-nevnda skurði N (sí mynd 1). Í tíðarskeiðunum 1996-2002, 2003-2016 og 2017-2020 vóru ávikavist størri, minni og so aftur størri mongdir av subartiskum Íslandssjógvi og reyðæti mátaðar eftir Skurði N (mynd 2).

 

Úrslit í nýggju greinini vísa, at sildin stendur mest savnað, har mest føði er. Harafturat verður staðfest, at sildin hevði minni føði í magunum í tíðarskeiðnum 2007-2011, tá minni mongdir av Íslandssjógvi og reyðæti streymaðu inn í Norskahavið, og umvent í tíðarskeiðnum 2017-2020 (mynd 3). Tað seinna tíðarskeiðið hevði sildin etið nógv meira av C. hyperboreus, tí meira av hesum slagið var til staðar. Hetta bendir á, at sildin helst velur C. hyperboreus, sum er bæði størri og føðsluríkari enn C. finmarchicus.

 

Greinin ber heitið ‘Spatial Feeding Variability of the Feeding Conditions for the Norwegian Spring Spawning Herring in May’. Arbeiðið varð fíggjað av FiskivinnuGransking, og er tann fimta og síðsta greinin sum er partur av phd verkætlanini hjá Ingu Kristiansen.

 

Greinin kann lesast her.

Inga Kristiansen ( This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. )

 

Mynd 1. Heitur Atlantssjógvur (reytt), kaldur Eysturíslendskur sjógvur (blátt) og høvuðsfrontar norðanfyri Føroyar (svartir prikkar). Grøna linjan umboðar Skurð N, har reyðæti er kannað síðan 1993.

 

Mynd 2. Mongd av køldum Eysturíslendskum sjógvi og reyðæti norðan fyri Íslandsfrontin (sí mynd 1). (a) Nøgdin, mett sum vídd av tvørskurði av Eysturíslands sjógvi gjøgnum Skurð N (blátt), og nøgd av stóra arktiska reyðætinum (C. hyperboreus, grønt) og (b) nøgd av C. finmarchicus (vanligt reyðæti). Einki data er tøkt í 1996, 1998 og 2006 og hetta er víst við stiplaðum linjum.

 

Mynd 3. Magafylla (gr/cm) hjá norðhavssild. Miðal magafylla frá árunum (a) 2007-2011 og (b) 2017-2020, við ávikavist veikum og sterkum ráki av subartiskum sjógvi úr Íslandshavinum. Prikkarnir vísa, hvagani sildamagar eru tiknir.