
Hitin á Landgrunninum sett nýtt met
Hitin í sjónum á Landgrunninum var í 2003 óvanliga høgur. Í fleiri mánaðir var sjógvurin heitari enn tað nakrantíð fyrr er mátað á Landgrunninum. Ein av orsøkunum er helst, at hitin í luftini eisini var met høgur í 2003, men enn er ov tíðliga at siga, um hetta er ein avleiðing av globalari upphiting.
Hetta er úr Sjóvarmál 2003, les víðari her.
Viðkomandi tíðindi
Hitabylgja í havinum
Seinastu 1-2 vikurnar hevur ein hav-hitabylgja tikið seg upp í eystara parti av Norðuratlantshavi. Hitabylgjan hevur verið serliga ógvuslig í økinum vestan fyri Írland og Skotland. Sjógvur frá vestara parti…
Æti og fiskalarvur á Landgrunninum kannað
Nøgdir og sløg av æti um várið hava alstóran týdning fyri, í hvønn mun fiskalarvur frá gýtingini fyrr um várið kunnu finna sær neyðuga føði. Sostatt er nóg mikið av…
Jákup Sverri verið á hydrografitúri
Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboya varð tikin upp í øllum góðum. …
Jákup Sverri gjørt yvirlitstrolingar á føroyska landgrunninum
Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur aftur í vár gjørt yvirlitstrolingar á føroyska landgrunninum, har tilsamans 91 støðir á ein tíma vórðu tiknar. Støðan hjá toskinum hevur verið ring í fleiri ár,…