
Havstovan á Náttúruráðstevnu í Norðurlandahúsinum
Á Náttúruráðstevnuni, sum var í Norðurlandahúsinum týsdagin 3. oktober, hevði Sólvá Jacobsen, lívføðingur á Havstovuni, eina framløgu. Hon greiddi frá náttúruni í havinum og um týdningin av at fáa meiri vitan og sostatt betri fatan av, hvussu vistskipanin í havinum hongur saman. Harumframt luttók Hjálmar Hátún, havfrøðingur á Havstovuni, á eini verkstovu um hvussu borgaragransking kann stuðla undir havfrøðiligar kanningar og økja um kunnleika til havið millum fólk.
Tað var Føroya Náttúru- & Umhvørvisfelag, sum skipaði fyri stevnuni, og endamálið var við fyrilestrum og verkstovum at kunna um lívmargfeldið, náttúruna og okkara tilknýti til hana, og at deila vitan og geva íblástur til hvussu broytingar kunnu gerast, ið gagna náttúruni og menniskjum.
Á stevnuni vóru umleið 200 fólk og bæði føroyskir og útlendskir fyrilestrahaldarar greiddu frá m.a. nýggju náttúruverndarlógini, lívmargfeldi og sambandi millum náttúru og sálarheilsu.
Viðkomandi tíðindi
Havstovan nýggja heimasíðu
Tann 29. mai varð nýggja heimasíðan hjá Havstovuni gjørd almenn. Tað er fyritøkan Lunnar, sum hevur ment og sniðgivið síðuna. Nýggja heimasíðan er eitt munandi framstig í mun til undanfarnu…
Vitjan úr Íslandi
Í síðstu viku fekk Havstovan vitjan av systurstovninum í Íslandi – Hafrannsóknastofnun (HAFRÓ). Endamálið við vitjanini í Føroyum var at kunna seg um ymiska gransking í havumhvørvi. Við á ferðini…
Skúlaflokkar vitja Havstovuna
Tórshavnar kommuna skipar fyri umhvørvisviku, og í hesum sambandi hava fleiri skúlaflokkar verið á vitjan á Havstovuni. Her hava tey hoyrt um, hvussu havstreymar ferðast fram við Føroyum, og hvussu…
Karin Margretha H. Larsen vald í ráðgevandi toymið fyri veðurlagsgransking
Nationalt Center for Klimaforskning (NCKF), sum húsast hjá Danmarks Meteorologiske Institut (DMI), hevur valt 17 limir í nýtt ráðgevandi toymi. Eitt føroyskt umboð er í toyminum, og tað er Karin…