
Havstovan 50 ár
Tann 1. apríl 2009 hevði Havstovan (fyrr Fiskirannsóknarstovan) virkað 50 ár sum stovnur alt árið í Føroyum. Danmarks Fiskeri- og Havundersøgelser hevði størri og minni virksemi í Føroyum alla fyrru helvt av tjúgundu øld, og mitt í fimtiárunum var ein deild sett á stovn í Føroyum, mannað á sumri við fiskifrøðingi. Í 1959 flutti Jákup Sverri Joensen heim til Føroyar, og frá 1. apríl sama ár varð virksemi alt árið í Føroyum.
Hetta er úr Sjóvarmál 2009, les víðari her.
Viðkomandi tíðindi
Havstovan nýggja heimasíðu
Tann 29. mai varð nýggja heimasíðan hjá Havstovuni gjørd almenn. Tað er fyritøkan Lunnar, sum hevur ment og sniðgivið síðuna. Nýggja heimasíðan er eitt munandi framstig í mun til undanfarnu…
Vitjan úr Íslandi
Í síðstu viku fekk Havstovan vitjan av systurstovninum í Íslandi – Hafrannsóknastofnun (HAFRÓ). Endamálið við vitjanini í Føroyum var at kunna seg um ymiska gransking í havumhvørvi. Við á ferðini…
Skúlaflokkar vitja Havstovuna
Tórshavnar kommuna skipar fyri umhvørvisviku, og í hesum sambandi hava fleiri skúlaflokkar verið á vitjan á Havstovuni. Her hava tey hoyrt um, hvussu havstreymar ferðast fram við Føroyum, og hvussu…
Karin Margretha H. Larsen vald í ráðgevandi toymið fyri veðurlagsgransking
Nationalt Center for Klimaforskning (NCKF), sum húsast hjá Danmarks Meteorologiske Institut (DMI), hevur valt 17 limir í nýtt ráðgevandi toymi. Eitt føroyskt umboð er í toyminum, og tað er Karin…