
Grønlendski landsstýrirsformaðurin á vitjan á Havstovuni
Fríggjardagin 10. juni var grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte Bourup Egede, á vitjan á Havstovuni saman við løgmanni, Bárði á Steig Nielsen.
Grønlendski landsstýrisformaðurin var í Føroyum í sambandi við ríkisfund og nýtti tá høvið at vitja Havstovuna og kunna seg um tað samstarv, sum er millum grønlendskar og føroyskar granskarar innan virkisøkið hjá Havstovuni.
Marita Rasmussen, stjóri greiddi frá virkseminum og endamálinum hjá Havstovuni og Hjálmar Hátún, granskari greiddi frá sínari gransking um havstreymar í Norðuratlantshavi og veðurlagsbroytingar. Eisini bleiv kunnað um samstarvið millum Grønland og Føroyar í granskingarhøpi, endaðar og núverandi verkætlanir, umframt at víst varð á framtíðar samstarvs- og granskingarmøguleikar.
Havstovan takkar fyri vitjanina og møguleikanum at greiða frá virkseminum á stovninum.
/


Viðkomandi tíðindi
Havstovan nýggja heimasíðu
Tann 29. mai varð nýggja heimasíðan hjá Havstovuni gjørd almenn. Tað er fyritøkan Lunnar, sum hevur ment og sniðgivið síðuna. Nýggja heimasíðan er eitt munandi framstig í mun til undanfarnu…
Vitjan úr Íslandi
Í síðstu viku fekk Havstovan vitjan av systurstovninum í Íslandi – Hafrannsóknastofnun (HAFRÓ). Endamálið við vitjanini í Føroyum var at kunna seg um ymiska gransking í havumhvørvi. Við á ferðini…
Skúlaflokkar vitja Havstovuna
Tórshavnar kommuna skipar fyri umhvørvisviku, og í hesum sambandi hava fleiri skúlaflokkar verið á vitjan á Havstovuni. Her hava tey hoyrt um, hvussu havstreymar ferðast fram við Føroyum, og hvussu…
Karin Margretha H. Larsen vald í ráðgevandi toymið fyri veðurlagsgransking
Nationalt Center for Klimaforskning (NCKF), sum húsast hjá Danmarks Meteorologiske Institut (DMI), hevur valt 17 limir í nýtt ráðgevandi toymi. Eitt føroyskt umboð er í toyminum, og tað er Karin…