{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Fýra verkætlanir innan havgransking í Norðuratlantshavi

Í oktober í fjør útlutaði danska stjórnin í samstarvi við Granskingarráðið 14 milliónir krónur til fýra verkætlanir innan havgransking í Norðuratlantshavi. Havstovan hevur leiðsluna í tveimum av verkætlanunum, nevniliga FjordProcess og COPS, og er harafturat við í verkætlanunum Blue ocean og TOPLINK.

Eydna í Homrum, ið er leiðari fyri FjordProcess, sigur, at við hesi verkætlan verður sjøtul settur á skipaðar kanningar av føroyskum firðum og sundum. Hon væntar, at arbeiðið fer at veita betri fatan av, hvussu ymsu liðini í havvistskipanini ávirka hvørt annað og eisini hvussu firðir og sund ávirka og verða ávirkað av tí, sum hendir longri úti á Landgrunninum.

Eilif Gaard, ið leiðir COPS, sigur, at endamálið er at fáa betri greiði á nøgdum og samanseting av djóraæti kring Føroyar. Hann væntar, at arbeiðið fer at geva eina betraða fatan av, hvussu havfrøði ávirkar djóraæti og hvønn týdning djóraæti hevur sum føði fyri fisk.

Havstovan verður eisini virkin viðleikari í verkætlanunum Blue ocean og TOPLINK, ið snúgva seg um ávikavist svartkjaft og havsúgdjór. Hesar verkætlanir verða leiddar úr ávikavist DTU í Danmark og Naturinstituttet í Grønlandi.

Arbeiðið við verkætlanunum er byrjað so smátt, og væntandi fara fyrstu úrslitini at fyriliggja næsta ár.

Viðkomandi tíðindi

  • Fiskivinnugransking stuðlar verkætlanum á Havstovuni

    Fríggjadagin 25. februar var árligi framløgudagurin hjá Fiskivinnugransking, har umsitarar av verkætlanunum, ið Fiskivinnugransking stuðlar, greiddu frá, hvat er komið burturúr. Fleiri verkætlanir á Havstovuni eru stuðlaðar av Fiskivinnugransking, og…

    Les meira

  • Kanna skeljadjór fyri eitur

    Ein altjóða verkætlan staðfestir, at tað ber til at kanna skeljadjór fyri algueitur á ein skjótari og bíligari hátt enn higartil, so at hetta lutvíst kann gerast í Føroyum. Tað…

    Les meira

  • Fiskirannsóknarstovan við í stórari ES kanningarætlan

    Komandi fýra árini fara granskarar at kanna streymarnar í Norðuratlantshavi. Landafrøðiliga liggja Føroyar soleiðis fyri, at ES metir Fiskirannsóknarstovuna at vera ein natúrligan part av verkætlanini, ið hevur fingið 70…

    Les meira

  • Prikkafiskur

    Endamálið við verkætlanini var at kanna lívfrøði hjá prikkafiski, har serligur dentur var lagdur á at meta um nøgdina í føroyskum sjógvi, og nær, hvar og hvussu prikkafiskur kann fiskast…

    Les meira