
Framvegis nógvur fiskur á Føroyabanka
Triðja árið á rað vísir váryvirlitstrolingin á Føroyabanka væl meira av toski enn var vanligt frá 2006 til 2019. Hetta var bert stórur vælvaksin gýtandi toskur. Havast skal tó í huga, at tað var lítið at fáa av toski í yvirlitstrolingini í september 2021 og tí er framvegis óvist, hvussu nógv er til av toski á Føroyabanka. Hinvegin er eingin ivi um, at tað er nógv av hýsu á Føroyabanka. Sera nógv var at fáa av hýsu, bæði stórari og smáari. Nøgdirnar av upsa vóru munandi størri enn undanfarin ár og var talan um stóran upsa.

Myndin vísur nøgd (kg pr. tíma) av toski, hýsu og upsa á váryvirlitstrolingunum á Føroyabanka frá 1983 til 2022.
Vegna veður var bara roynt í góðar tríggjar dagar og var grunni parturin av Føroyabanka raðfestur. Vanliga verða 29 hál á ein tíma tikin, men í ár blívu einans 17 hál gjørd. Í hálunum vóru skrásett 17 fiskasløg og tvey sløg av høgguslokki. Nebbasild stóð í trolmeskunum á flestu trolstøðunum, og magakanningarnar vístu, at væl var etið av nebbasild. Sjóvarhitin við botn lá um 8,0 oC.
Les alla frágreiðingina her.
Viðkomandi tíðindi
Hans Petur Djurhuus vann lutakastið
Fríggjardagin 15. november 2024 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerkir inn farna árið. Tað var Hans Petur Djurhuus av Strondum, sum vann lutakastið. Merkti…
Meir av toski og nógv av hýsu
Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nøgdin er tó enn væl undir…
Minni av toskayngli í ár
Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni. Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin av fiskayngli er minni í 2024…
Er glotti at hóma hjá botnfiski í 2024?
Føroyski toskastovnurin er vorðin søguliga lítil, og hetta er helst úrslit av bæði ovurfiskiskapi og broytingum í havumhvørvinum. Týdningarmikið, og avbjóðandi, er at skyna millum hesar ávirkanir, og í hesi…