{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Heystyvirlitstroling – Føroyabanki

Túrfrágreiðing

Jákup Sverri, túrur nr. 2438

Tíðarskeið: 3/9-10/9 2024

Ábyrgd: Petur Steingrund

Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at fáa til vega tilfar, ið skal lýsa nøgdirnar av toski, hýsu, upsa og øðrum fiskasløgum á Føroyabanka. Magakanningar vóru eisini gjørdar umframt at sjóvarhitin í trolinum var skrásettur.

Eins og í fjør var framvegis sera nógv at fáa av toski á Føroyabanka í mun til onnur ár (sí mynd 1), men stóri toskurin var rak. Sum nakað nýtt vóru fleiri smáir toskar í veiðuni, sum vóru 30-40 cm og 60-70 cm til longdar. Tað var eisini sera nógv til av hýsu, men sum við toskinum var stóra hýsan rak. Tann stóra hýsan yvir 60 cm var tó sjáldsom í veiðuni.

Nøgdin av longu var stór í mun til onnur ár. Nøgdin av upsa hevur verið lítil í nógv ár.

Myndirnar niðanfyri vísa nøgd (kg pr. tíma) av úrvaldum fiskasløgum í heystyvirlitstrolingini á Føroya banka 2024. Eitt tov varð gjørt fyri hvørt av teimum 29 fiskistøðunum á Føroya banka, og hvørt tov vardi ein tíma.

Magakanningarnar vístu, at toskur át nebbasild og krabbadýr. Hýsan át ormastjørnur, ormar og viðhvørt nebbasild. Sjóvarhitin lá um 9-11 oC. Tiknar vóru CTD-støðir og eisini vóru kanningar gjørdar av umhvørvis-DNA (e-DNA).

Talva 1. Samlað veiða í kg, tal av nytrum og magum – býtt eftir slagi.

Fiskaslag Veiða (kg) Nytrur Magar
HÝSA 36908,714 425 101
TOSKUR 10061,197 249 65
GULLLAKSUR 4260,924 160
KNURRHANI 2968,809
SVARTKJAFTUR 1544,447
HAVMÚS 1030,990
MATHØGGUSLOKKUR 587,048
LONGA 501,935 49 1
UPSI 302,795 50 31
GLÝSUFISKUR 169,351
LÍTLI KONGAFISKUR 150,841
KJAFTSVARTI KONGAFISKUR 130,977
GAMAL FISKUR 122,614
HAVTASKA 101,033
SKØTA(BATIS) 41,990
HVÍTINGSBRÓDIR 33,155
NEBBASKØTA 29,429
BROSMA 29,190 12 3
HVÍTINGUR 26,414
SILVURMURTUR 22,253
NAGLASKØTA 14,850
TRÆLSRASSUR HOLOTHUROIDEA 11,996
AGNHØGGUSLOKKUR 11,599
GLASKVOYSA 11,304
TUNGA 11,269
FERBLETTUTA KVOYSA 11,234
HVASSKVOYSA 7,370
STÓRI KONGAFISKUR 6,565
LÍTLABROSMA 4,878
KALVI 4,790 2 1
HÁVUR 4,660
STREYMSILD 3,831
SKRAMBUL 3,309
HEKSAKRABBI 3,253
IGULKER ECHINIDAE 2,926
REYDKRABBI 2,880
SANDSKØTA 2,405
LÁLLA 2,386
ROSSAMAKRELUR 2,320
REYDI KNURRHANI 2,132
HVALSPÝGGJ 2,113
SANDSPRØKA (LL) 2,056
NEBBASILD 1,889
RINGHÁVUR 1,686
OSTUR GEODIA SP 1,028
SJÓNOTA 0,923
STREYMGÁGGA SP 0,562
IGULKER KORKALITT 0,489
IGULKER PURPUR 0,473
SVARTBLETTUTA LANGASPORL 0,465
BÚKSVARTI HÁVUR 0,326
STREYMGÁGGA SP(DEYD) 0,314
SKEL(DEYD) 0,202
ØDA 0,199
HUMMARI 0,108
SJÓSOL SOLASTERIIDAE 0,099
HVASSASPREK 0,073
KROSSFISKUR ASTERIIDAE 0,060
NJARDARVØTTUR 0,053
JÁKUPSSKEL(DEYD) 0,036
BLÁRIDDARI 0,021
SVIMJIKRABBI 0,004
TILSAMANS 59163,240 947 202

Túrfrágreiðingar

Váryvirlitstroling – Føroyabanki

26.03.2025

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2512 Tíðarskeið: 19-26/3 – 2025 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum var at fáa ti…

Váryvirlitstroling – Landgrunnur

20.03.2025

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2508 og 2510 Tíðarskeið: 19/2-19/3 – 2025 Ábyrgd: Petur Steingrund og Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendam…

Merking av fiski 2024

02.10.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2442 Tíðarskeið: 25/9-2/10 2024 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna ferði…

Yvirlitstroling – djúpt

23.09.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2440 Tíðarskeið: 12/9-23/9 2024 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna botnf…

Heystyvirlitstroling – Føroyabanki

10.09.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2438 Tíðarskeið: 3/9-10/9 2024 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at fáa til vega…

Summaryvirlitstroling – Landgrunnur

26.08.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2430 og 2432 Tíðarskeið: 3-26/8 2024 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at fá…

Yngul- og ætikanning

26.06.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2426 Tíðarskeið: 12-26/6 2024 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna yng…

Váryvirlitstroling – Føroyabanki

17.03.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2410 Tíðarskeið: 13-17/3 2024 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum var at fáa til …

Váryvirlitstroling – Landgrunnur

13.03.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2406 og 2408 Tíðarskeið: 14-28/02 2024 og 28/2-13/3 2024 Ábyrgd: : Petur Steingrund og Hannipoula Olsen Endamál…

Merking av fiski

10.10.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2348 Tíðarskeið: 7-10/10 2023 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna ferðing og vøkstur hjá…

Yvirlitstroling – djúpt

07.10.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2346 Tíðarskeið: 28/9-07/10 2023 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna botnfisk á djúpum l…

Heystyvirlitstroling – Føroyabanki

12.09.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2344 Tíðarskeið: 6/9-12/9 2023 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at fáa til vega tilfar, ið ska…

Heystyvirlitstroling – Landgrunnur

28.08.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2336 og 2338 Tíðarskeið: 05-16/08 2023 og 16-28/8 2023 Ábyrgd: Petur Steingrund og Hannipoula Olsen Endamál: Høvuðsendamálið v…

Váryvirlitstroling -Føroyabanki

22.03.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2310 Tíðarskeið: 15-22/3 2023 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum var at fáa til vega tilfar, ið ska…

Váryvirlitstroling – Landgrunnur

13.03.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2306 og 2308 Tíðarskeið: 17-26/2 og 4-13/3 2023 Ábyrgd: : Petur Steingrund og Lise H. Ofstad Endamál: Høvuðsendamálið við túri…

Viðkomandi tíðindi

Eitt vet meira av toski

20.03.2025

Váryvirlitstrolingin á Landgrunninum vísir, at tað er eitt vet meira av toski í vár mun til síðsta vár, men nøgdirnar eru tó enn lítlar. Toskurin er r…

Jákup Sverri leggur fortoying út á Bankan

13.02.2025

Sigliætlanin hjá Jákup Sverra er nú byrjað, og lagt varð fyri við einum hydrografitúri. Á túrinum hevur Jákup Sverri verið á Føroyabanka, og har hevur…

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Hans Petur Djurhuus vann lutakastið

15.11.2024

Fríggjardagin 15. november 2024 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerkir inn farna árið. Tað var Hans Petur Djurhuu…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Minni av toskayngli í ár

15.08.2024

Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni. Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin a…

ICES-tilmæli fyri djúphavsfiskar

18.06.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi 7. juni 2024 nýggjastu ráðgevingina fyri veiðuna í 2025 fyri ymiskar fiskastovnar á djúpum vatni. Flest…

Framvegis nógv av toski á Føroyabanka, sum tó er rak í mun til onnur ár

03.04.2024

Árligu vár-yvirlitstrolingarnar á Føroyabanka vóru gjørdar tann 13.-17. mars 2024 við rannsóknarskipinum “Jákup Sverra”. Einans 13 trolstøðir av 29 vó…

Eitt vet meira av toski á føroyska landgrunninum

14.03.2024

Rannsóknarskipið “Jákup Sverri” hevur gjørt ta árligu váryvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum, har 100 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framv…

Tilmæli 2024

19.12.2023

Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

24.11.2023

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovn…

Merking av fiski á Føroyabanka

13.10.2023

Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl a…

Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

13.10.2023

Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum…

Toskur á Føroyabanka – hvar er hann komin frá?

26.09.2023

Innleiðsla Tað er eisini munur á arvatilfarinum hjá toski á Føroyabanka samanborið við aðrar toskastovnar. Toskur á Føroyabanka veksur sera skjótt fyr…

Úrslit frá yvirlitstrolingunum í summar

18.09.2023

Rannsóknarskipið “Jákup Sverri” er liðugur við yvirlitstrolingarnar á sumri í ár. Rannsóknarskipið tók 198 hál á føroyska landgrunninum, har hvørt hál…

Jákup Sverri gjørt yvirlitstrolingar á Føroyabanka

12.04.2023

Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur aftur í vár gjørt yvirlitstrolingar á Føroyabanka, har 29 hál á ein tíma vórðu tikin. Aftur í ár var nógv at fáa a…

Jákup Sverri gjørt yvirlitstrolingar á føroyska landgrunninum

12.04.2023

Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur aftur í vár gjørt yvirlitstrolingar á føroyska landgrunninum, har tilsamans 91 støðir á ein tíma vórðu tiknar. Stø…

Nógvar kanningar gerast á Føroyabanka

15.03.2023

Komandi vikuna skal havrannsókarskipið Jákup Sverri á Føroyabanka í sambandi við árligu yvirlitistrolingina um várið. Umframt kanning av støðuni hjá b…

Lítið av toski og nógv av hýsu

01.03.2022

Tær árligu yvirlitstrolingarnar á vári á føroyska landgrunninum eru nú gjørdar við Jákup Sverra. Tikin vóru øll 100 hálini, har hvørt hál vardi ein tí…