Yvirlitstrolingar eftir makreli – Kanna makrel og vistskipan
Túrfrágreiðing
Jákup Sverri, túrur nr. 2428
Tíðarskeið: 27/6-14/7 2024
Ábyrgd: Eydna í Homrum
Endamál: Endamálið við túrinum var at kanna útbreiðslu og nøgd av makreli, norðhavssild og svartkjafti í Norðuratlantshavi. Kanningin er partur av felags kanning millum Ísland, Føroyar, Danmark og Noreg, har vit kannaðu føroyskt øki, og økið við Hetland og eystur móti norsku strondini.

Í kanningarøkinum hjá Jákup Sverra stóð tað mesta av makrelinum móti markinum til altjóða øki norðanfyri, og sum vant var sera lítið av makreli í útsynning úr Føroyum. Hetta líkist nakað útbreiðsluni tvey-trý tey seinastu árini. Tó má takast hædd fyri at kanningarøkið í ár er væl øðrvísi við tað, at vit eisini kannaðu økið kring Hetland og eystur í norsku rennu. Mest var fingið av 4 og 5 ára gomlum makreli, tó var ongin aldursbólkur, sum skaraði framúr í stødd – og rættiliga nógvur gamal makrelur var fingin (10 ár og eldri). Stóri og eldri makrelurin var fyri tað mesta at fáa vestast í kanningarøkinum. Rætta myndin av makrelútbreiðsluni og aldursbýtinum í stovninum fæst ikki, fyrr enn tilfarið frá øllum skipunum verður greinað saman.
Ekkókanningarnar av sild vístu lítið av norðhavssild, og skriftin var so gott sum bara í ovastu metrunum og mest var at síggja norðast í kanningarøkinum. Meira enn helvtin av aldurslisnu sildini var 8 ára gomul, og sostatt er tað enn 2016-árgangurin, sum er bulurin í stovninum. Við Hetland sást og fekst nógv av aðrari sild enn norðhavssild, meginparturin av hesi sildini var trý til sjey ára gomul, har ongin árgangur heilt skaraði burturúr.
Svartkjaftur var at síggja allastaðni norðan fyri Føroyar og Íslandsryggin. Hetta var sum heild trý og fýra ára gamal svartkjaftur. Svartkjafturin, sum var gýttur í vár, var fingin sunnan og vestan fyri Føroyar. Vit hava ofta sæð henda unga svartkjaftin sunnanfyri á hesum túrum, men í ár var hann at síggja yvir størri øki enn vanligt.
Kanningarætlanin varð løgd fyrr í ár í samráð við luttakandi londini. Makrelur, sild og svartkjaftur vóru skrásett og kannað sambært forskriftunum í kanningarætlanini. Umframt kanningar av teimum trimum fiskasløgunum vóru eisini æti- og umhvørviskanningar gjørdar.
Afturat regluligu kanningunum vóru tvey onnur lið av granskarum við. Tvey fólk savnaðu umhvørvis-DNA til eina granskingarverkætlan. Eisini vóru fýra fólk við og taldu hval, hetta er liður í stóru hvalateljingini, sum NAMMCO samskipar í ár, tey úrslitini verða tøk seinni í ár.

Mynd 1. Ovast er makrelveiða í hálvan tíma víst. Mest var fingið, tá vit komu norður um Føroyar, men eisini her vóru nøkur hál, har heilt lítið var fingið. Miðalvekt fyri hálini er eisini sett inn, og her sæst, at tess longur norður og vestur vit komu, tess størri var makrelurin.
Í miðjuni eru ekkómátingarnar av sild vístar. Her sæst, at nógv sild var at síggja við Hetland. Síðan sást púrt onki aftur til sild – hvørki á ekkógramminum ella í trolveiðuni – fyrr enn vit komu norður á norðastu kanningarstriku. Sostatt stendur norðhavssildin rættiliga norðaliga í ár.
Niðast síggjast ekkómátingar av svartkjafti. Her sæst, at svartkjaftur var at síggja í stórt sæð øllum kanningarøkinum, uttan heilt inni á føroyska og hetlendska landgrunninum. Stóru bollarnir sunnan og vestan fyri Føroyar eru svartkjafturin, sum er gýttur í vár – tað er óvanligt at vit síggja hann yvir so stórt øki í hesum kanningunum.

Mynd 2. Longdar- og aldursbýti av makreli. Mest var fingið av fýra og fimm ára gomlum makreli, men ongin árgangur skaraði framúr, og eisini var lutfalsliga nógv fingið av gomlum makreli (10 ár og eldri).

Mynd 3. Longdar- og aldursbýti av norðhavssild. Meira enn onnur hvør kannaða norðhavssild var 8 ára gomul – tvs. árgangurin, sum varð gýttur í 2016. (Her eru prøvarnir við Hetland tiknir burturúr.)

Mynd 4. Longdar- og aldursbýti av svartkjafti. Norðanfyri var mest fingið av trý og fýra ára gomlum svartkjafti. Null ára gamli svartkjafturin er gýttur í vár, og var fingin sunnan og vestan fyri Føroyar, hesin er 9-17 cm til longdar í myndini við longdarbýti.
Túrfrágreiðingar
Svartkjaftakanningar sunnanfyri
09.04.2025
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2514 Tíðarskeið: 26/3-9/4 2025 Ábyrgd: Jan Arge Jacobsen Endamál: At kanna nøgdirnar av svartkjafti í økinum su…
Yvirlitstroling – djúpt
23.09.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2440 Tíðarskeið: 12/9-23/9 2024 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna botnf…
Yvirlitstrolingar eftir makreli – Kanna makrel og vistskipan
14.07.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2428 Tíðarskeið: 27/6-14/7 2024 Ábyrgd: Eydna í Homrum Endamál: Endamálið við túrinum var at kanna útbreiðslu o…
Yngul- og ætikanning
26.06.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2426 Tíðarskeið: 12-26/6 2024 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna yng…
Sild og svartkjaftur norðanfyri
04.05.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2416 og 2417 (Skurður N) Tíðarskeið: 24/4-4/5 2024 Ábyrgd: Sólvá Káradóttir Eliasen Endamál: Endamálið við túri…
Svartkjaftakanningar sunnanfyri
05.04.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2412 Tíðarskeið: 20/3-5/4 2024 Ábyrgd: Jan Arge Jacobsen Endamál: At kanna nøgdirnar av svartkjafti í økinum su…
Yvirlitstroling – djúpt
07.10.2023
Jákup Sverri, túrur nr. 2346 Tíðarskeið: 28/9-07/10 2023 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna botnfisk á djúpum l…
Makrelkanning
17.07.2023
Jákup Sverri, túrur nr. 2334 Tíðarskeið: 1-17/7 2023 Ábyrgd: Eydna í Homrum Endamál: At kanna útbreiðslu og nøgd av makreli, norðhavssild og svartkjaf…
Viðkomandi tíðindi

Svartkjaftakanningar sunnanfyri
14.04.2025
Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan sjógv vórðu gjørdar í tíðarskeiðinum 27. mars til 8. apríl 2025. Nógvur svartkjaf…

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025
30.09.2024
ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025 Mest loyvda veiða í 2025 lækkar munandi fyri makrel og nakað fyri svartkjaft, meðan ein lítil hækking er í tilm…

Nøgdin av makreli minkar í Norðurhøvum
29.08.2024
Úrslitini frá árligu felagskanningunum av makreli, har Føroyar luttóku saman við Noregi, Danmark og Íslandi, eru nú tøk. Vísitalið av makreli fyri Nor…

Jákup Sverri aftur av makreltúri
17.07.2024
Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Svartkjaftastovnurin væl fyri
16.05.2024
Vísitalið fyri gýtingarstovnin av svartkjafti hækkar við 31% frá í fjør. Tað vísa felags ekkókanningarnar, ið vórðu gjørdar sunnanfyri í føroyskum, br…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar
15.05.2024
Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…

Svartkjaftakanningar sunnanfyri
30.04.2024
Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar í tíðarskeiðinum 20. mars til 5. apríl 2024. Ekkóvir…

Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni
13.10.2023
Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum…