{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Standard hydrografi – Streymmátarar inn og út

Jákup Sverri, túrur nr. 2328

Tíðarskeið: 8-13/6 2022

Ábyrgd: : Karin Margretha H. Larsen

Endamál:

Endamálið við túrinum var at fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar, og at leggja, og taka inn, streymmátarar.

Samandráttur

Endamálið við túrinum var at fylgja við broytingum í havinum kring Føroyar. Túrurin var partur av teimum regluligu hydrografisku (hiti, salt, oksygen, tøðsølt og CO2) kanningunum eftir standardskurðum (Standardskurður R). Harafturat blivu tveir ADCP streymmátarar settir út í Bankarennuna, tveir norðan fyri Landgrunnin, og ein ADCP í rammu bleiv tikin upp á Íslandsrygginum. Eyka CTD skurðir vórðu tiknir norður og suður av rygginum (sí mynd 1). Royndir vórðu eisini gjørdar við tóli, sum tekur myndir (20 myndir hvørt sekund) av smáverum í sjónum (Video Plankton Recorder, VPR).

Mynd 1 Túrur 2328 Siglingarleið, omaná neyvum botnkorti (dýpi í metrum), við tilvísing til standard CTD
skurð R og fimm nýggjar skurðir. ADCP boyur eru vístar við reyðum sirklum, ramman við gulum fýrkanti,
og VPR støðir eru vístar við svørtum fýrkantum.

Um túrin

Vit loystu hósdagin 8/6 kl. 8 (ætlanin var at fara mikukvøldið, men har vóru trupuleikar við krananum). Vit settu fyrst tvær ADCPir út í Bankarennuna, og tóku ein CTD profil. Síðani fylgdu vit streyminum av Yvirflotsjógvi út úr Bankarennuni (í ein útnyrðing), og loraðu VPR tólið niður móti botni á fýra støðum (mynd 2). Síðani sigldu vit norð til ADCP boyu IFRG (sí mynd 1), men samband fekst ikki við hesa, sum tískil helst stendur enn fortøya á botninum. Væntandi kemur henda upp eftir góðum ári, tá ketan rustar av. Vit tóku CTD við IFRG (9/6 kl 9.30). Sigldu so vestur til ADCP rammuna (IFRH), sum kom upp í øllum góðum. So tóku vit tríggjar neyvar CTD skurðir suður av Rygginum (DS3, DS2 og DS1, sí myndir 1,4,5 og 6), fyri at máta hvussu nógv av køldum/feskum Yvirflotsjógvi vinnur suður um Ryggin, við ymsu skørðini. Komnir norð aftur á støð IFRG, royndu vit aftur at fáa samband við ADCPara, men aftur uttan eydnu. Tóku CTD profil áðrenn og aftaná hesa leiting (11/6, kl 2.30 og kl 4), og hetta vísti at hydrografiin broytist sera nógv og skjótt á hesum stað (sí mynd 3).

Síðani tóku vit langan skurð í ein landnyrðing av Rygginum (nevndur B, í mynd 1 og 7). Hesi data av hita, saltinnihaldi og botndýpi skulu brúkast til at fyrireika útseting av nógvari mátiútgerð í august, 2024 (fólk frá Woods Hole Oceanographic Institute, Universitetet i Bergen, og Havstovan).

So bleiv siglt esytur á standardskurð N, har ADCP boya NB bleiv sett út, og ein profilur við VPR tólinum varð gjørdur. Eftir at stuttur neyvur hydrografiskur skurður J varð gjørdur (mynd 8), løgdu vit ADCP boyu IFRJ út. Endamálið við hesi útlegging er at kanna um djúpt kalt mótrák (móti Íslandsrygginum) kann vera undir Atlantsinnrákinum. Síðani var bara at taka standardskurð R inn móti landi (mynd 9).

Tøðsølt og CO2 vórðu samplaði á ásettu støðunum á skurði R. Vit vóru á Havnini aftur týsmorgun 13. juni umleið kl 12.

Mynd 2 Skurður við VPR støðum út eftir “Yvirflot-fossinum”. Bankarennan er til vinstru, og Ryggurin er til
høgru. Skrift frá EK80 ekkoloddinum er víst, og hvíta/blanka økið við bøtn vísir yvirflot-sjógv.

Mynd 3 Tríggir profilar við ADCP fortøying IFRG. Sera stórar hydrografiskar broytingar

Mynd 4 Skurður DS3, sum vísir sterka blanding millum yvirflot og Atlantssjógv.

Mynd 5 Óvanliga nógvur yvirflotsjógvur á sunnaru síðu á Rygginum.

Mynd 6 Næstan eingin yvirflotsjógvur (stutt frá DS2 og bert fáa tímar eftir at DS2 varð tikin).

Mynd 7 Skurður B.

Mynd 8 Skurður J, og nøkurlunda position á ADCP boyu IFRJ (reyður sirkul).

Mynd 9 Standardskurður R. Týðilig strála av Atlantssjógvi, sum er væl saltari enn árið fyri (2022).

Prøvatøka

Prøvatøka / DataYvirlit
Ávegis dátusavnariVatnskorpa 8/6 til 13/6
CTD støðir60 støðir (8 standardstøðir á skurði R + 1 eyka støð í Bankarennuni og 51 eyka støðir)
CO2, tøðsølt og ætiÁ Skurði R
Salt prøvarÁ flestu CTD støðum í stabilum sjógvi
VPR støðir4 støðir at av Bankarennuni og ein á skurði N

Reiðskapur                  

Seabird-CTD við rosettu, ekkoloddið á skipinum, streymmátari undir skipinum og VPR.

Viðmerkingar

Saltprøvarnir verða analyseraðir á heysti, 2023.

Fólk við frá Havstovuni

Hjálmar Hátún (kanningarleiðari)
Regin Kristiansen

Túrfrágreiðingar

  • Standard hydrografi

    Jákup Sverri, túrur nr. 2304 Tíðarskeið: 10-16/2 2023 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum er at fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar og túrurin er ein […]

    Les meir

Viðkomandi tíðindi

  • Hitabylgja í havinum

    Seinastu 1-2 vikurnar hevur ein hav-hitabylgja tikið seg upp í eystara parti av Norðuratlantshavi. Hitabylgjan hevur verið serliga ógvuslig í økinum vestan fyri Írland og Skotland. Sjógvur frá vestara parti…

    Les meira

  • Jákup Sverri verið á hydrografitúri

    Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboya varð tikin upp í øllum góðum. …

    Les meira

  • Tveir djúpir havstreymar undan kavi

    Tveir djúpir havstreymar eru nýliga avdúkaðir, IcelandFaroe Slope Jet og Faroe Shetland Channel Jet. Annar gongur fram við hellingini á norðaru síðu á Íslandsrygginum, ímeðan hin gongur gjøgnum Hetlandsrennuna í…

    Les meira

  • Samband ímillum reyðæti, havstreymar og norðhavssild

    Desember 2021 vardi Inga Kristiansen sína Ph.D. verkætlan á Fróðskaparsetrinum um samband millum reyðæti, havstreymar og norðhavssild. Eitt høvuðsúrslit var, at tá meira kaldur sjógvur kemur úr Íslandi, er meira…

    Les meira