Standard hydrografi – Streymmátarar inn og út
Samandráttur
Endamálið við túrinum var at fylgja við broytingum í havinum kring Føroyar. Túrurin var partur av teimum regluligu hydrografisku (hiti, salt, oksygen, tøðsølt og CO2) kanningunum eftir standardskurðum (Standardskurður R). Harafturat blivu tveir ADCP streymmátarar settir út í Bankarennuna, tveir norðan fyri Landgrunnin, og ein ADCP í rammu bleiv tikin upp á Íslandsrygginum. Eyka CTD skurðir vórðu tiknir norður og suður av rygginum (sí mynd 1). Royndir vórðu eisini gjørdar við tóli, sum tekur myndir (20 myndir hvørt sekund) av smáverum í sjónum (Video Plankton Recorder, VPR).
Mynd 1 Túrur 2328 Siglingarleið, omaná neyvum botnkorti (dýpi í metrum), við tilvísing til standard CTD
skurð R og fimm nýggjar skurðir. ADCP boyur eru vístar við reyðum sirklum, ramman við gulum fýrkanti,
og VPR støðir eru vístar við svørtum fýrkantum.
Um túrin
Vit loystu hósdagin 8/6 kl. 8 (ætlanin var at fara mikukvøldið, men har vóru trupuleikar við krananum). Vit settu fyrst tvær ADCPir út í Bankarennuna, og tóku ein CTD profil. Síðani fylgdu vit streyminum av Yvirflotsjógvi út úr Bankarennuni (í ein útnyrðing), og loraðu VPR tólið niður móti botni á fýra støðum (mynd 2). Síðani sigldu vit norð til ADCP boyu IFRG (sí mynd 1), men samband fekst ikki við hesa, sum tískil helst stendur enn fortøya á botninum. Væntandi kemur henda upp eftir góðum ári, tá ketan rustar av. Vit tóku CTD við IFRG (9/6 kl 9.30). Sigldu so vestur til ADCP rammuna (IFRH), sum kom upp í øllum góðum. So tóku vit tríggjar neyvar CTD skurðir suður av Rygginum (DS3, DS2 og DS1, sí myndir 1,4,5 og 6), fyri at máta hvussu nógv av køldum/feskum Yvirflotsjógvi vinnur suður um Ryggin, við ymsu skørðini. Komnir norð aftur á støð IFRG, royndu vit aftur at fáa samband við ADCPara, men aftur uttan eydnu. Tóku CTD profil áðrenn og aftaná hesa leiting (11/6, kl 2.30 og kl 4), og hetta vísti at hydrografiin broytist sera nógv og skjótt á hesum stað (sí mynd 3).
Síðani tóku vit langan skurð í ein landnyrðing av Rygginum (nevndur B, í mynd 1 og 7). Hesi data av hita, saltinnihaldi og botndýpi skulu brúkast til at fyrireika útseting av nógvari mátiútgerð í august, 2024 (fólk frá Woods Hole Oceanographic Institute, Universitetet i Bergen, og Havstovan).
So bleiv siglt esytur á standardskurð N, har ADCP boya NB bleiv sett út, og ein profilur við VPR tólinum varð gjørdur. Eftir at stuttur neyvur hydrografiskur skurður J varð gjørdur (mynd 8), løgdu vit ADCP boyu IFRJ út. Endamálið við hesi útlegging er at kanna um djúpt kalt mótrák (móti Íslandsrygginum) kann vera undir Atlantsinnrákinum. Síðani var bara at taka standardskurð R inn móti landi (mynd 9).
Tøðsølt og CO2 vórðu samplaði á ásettu støðunum á skurði R. Vit vóru á Havnini aftur týsmorgun 13. juni umleið kl 12.
Mynd 2 Skurður við VPR støðum út eftir “Yvirflot-fossinum”. Bankarennan er til vinstru, og Ryggurin er til
høgru. Skrift frá EK80 ekkoloddinum er víst, og hvíta/blanka økið við bøtn vísir yvirflot-sjógv.
Prøvatøka
Prøvatøka / Data | Yvirlit |
---|---|
Ávegis dátusavnari | Vatnskorpa 8/6 til 13/6 |
CTD støðir | 60 støðir (8 standardstøðir á skurði R + 1 eyka støð í Bankarennuni og 51 eyka støðir) |
CO2, tøðsølt og æti | Á Skurði R |
Salt prøvar | Á flestu CTD støðum í stabilum sjógvi |
VPR støðir | 4 støðir at av Bankarennuni og ein á skurði N |
Reiðskapur
Seabird-CTD við rosettu, ekkoloddið á skipinum, streymmátari undir skipinum og VPR.
Viðmerkingar
Saltprøvarnir verða analyseraðir á heysti, 2023.
Fólk við frá Havstovuni
Hjálmar Hátún (kanningarleiðari)
Regin Kristiansen
Túrfrágreiðingar
Standard hydrografi – Streymmátarar upp
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2420 Tíðarskeið: 15-22/5 2024 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at taka streymmátarar upp og at fylgja við hydrografisku broytingunum í […]
Standard hydrografi
Jákup Sverri, túrur nr. 2352 Tíðarskeið: 25/10-1/11 2023 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar og at læra at […]
Standard hydrografi
Jákup Sverri, túrur nr. 2342 Tíðarskeið: 30/08 – 05/09 2023 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Toktleiðari: Ian Salter Endamál: Endamálið við túrinum er at fylgja við broytingunum í havinum kring […]
Viðkomandi tíðindi
Norskahavsmeldurin knýtir heitt innrák og kalt yvirflot
Tað er vælkent at heitur Atlanssjógvur rekur norðureftir fram við Føroyum, kølist og søkkur norðanfyri, og vendur suðureftir aftur í dýpinum sum ísakalt yvirflot. Í nýggjari grein vísa vit, at…
Subpolari meldurin stýrir vistskipanum
Vistskipanir eru ikki støðugar. Vistskipanin á føroyska landgrunninum broytist bæði við einum syklusi á 58 ár og einumsyklusi, sum tekur áratíggju. Subpolari meldurin sunnan fyri Ísland og Grønland er ein…
Nýggj grein vísir, at varmaflutningurin inn í arktisku havøkini er øktur
Nýggj grein vísir, at varmaflutningurin inn í arktisku havøkini er øktur Millum Grønland og Skotland rekur heitur sjógvur úr Atlantshavi inn í Norðurhøv (reyðu pílarnir á myndini). Tað mesta av…
Djúpur havstreymur fram við Íslandsrygginum útgreinaður
Í dýpinum í Norðurhøvum er ísakaldur sjógvur, sum ferðast suðureftir og flýtir yvir Grønland-Skotland ryggin, serliga gjøgnum Danmarkarsundið og Bankarennuna. Í eini nýggjari útgreining verður víst, at sjógvur úr Íslandshavinum…