Svartkjaftur sunnanfyri
Jákup Sverri, túrur nr. 2312
Tíðarskeið: 22/3-5/4 2023
Ábyrgd: Jan Arge Jacobsen
Endamál:
At kanna nøgdirnar av svartkjafti í økinum sunnan fyri Føroyar og í norðara parti av gýtingarøkinum. Ekkókanningin er partur av felags kanningunum av svartkjafti, skipaðar undir ICES saman við Noregi og ES (Hollandi, Írlandi og Spania).
Samandráttur
Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar í tíðarskeiðinum 23. mars til 6. apríl 2023. Fyribilsúrslitini vísa, at nógv er til av svartkjafti í føroyskum øki í ár, áleið sum í fjør (Mynd 1). Talan er serliga um 2020 árgangin, men eisini 2021 og 2019 árgangirnar (Mynd 2). Meginparturin av fiskinum hevði gýtt (Mynd 1). Longdarbýti og aldursbýti av svartkjafti er víst í ávikavist Mynd 2 og Mynd 3. Miðallongdin var 25 cm og miðalvektin 91 g í okkara prøvum í ár. Vit frættu frá hinum rannsóknarskipunum, sum kannaðu økini longur suðuri, at gýtandi svartkjaftur var at síggja á leiðunum norður av Porcupine bankanum og fram við írsku og skotsku hellingini.
Mynd 1. Akustiskar skrásetingar av svartkjafti (sA, m2/nm2) sunnan fyri Føroyar 22/3-5/4 2023. Nøgdin er víst sum sirklar, har støddin á sirklinum vísir, hvussu nógv av svartkjafti stóð undir skipinum. 200 og 500 m botnlinjur eru vístar.
Mynd 2. Longdarbýti (vinstrumegin) og aldursbýti (høgrumegin) av svartkjafti frá kanningunum 22/3-5/4 2023.
Um túrin
Túrurin byrjaði við at kalibrera (stilla) ekkóloddini inni á Skálafjørðinum. Síðani var farið suður í írskan sjógv, har túrurin skuldi byrja. Veðrið var gott meginpartin av túrinum, kanska tveir til tríggir dagar við ruski. Tilsamans 26 støðir vórðu tiknar, har hiti, salt og æti bleiv mátað. Tóvað varð eftir svartkjafti, tá hann sást á ekkóloddinum.
Endaligu úrslitini frá felags kanningunum verða tøkar, tá tølini frá øllum luttakandi skipunum verða viðgjørd seinni í apríl.
Prøvatøka
Veiðan varð viðgjørd sambært Sýnishondbókini. Umframt longd og vekt av svartkjafti vóru nytrur av pørtum av veiðuni tiknar til aldursgreining.
Reiðskapur
Multpelt 832 flótitrol og 4.5 m2 Twister lemmar. CTD og WP2-glúpur.
Viðmerkingar
Kanningin er skipað sum ein altjóða felags kanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Írlandi, Hollandi og Spania. Samlaða nøgdin av svartkjafti frá øllum skipunum verður roknað síðst í apríl.
Fólk við frá Havstovuni
Jan Arge Jacobsen (kanningarleiðari)
Ebba Mortensen, Jens Arni Thomassen, Dan Askam, Costanza Cappelli (IT/DK) og Lauren Clayton (UK)
Túrfrágreiðingar
Yvirlitstroling – djúpt
Jákup Sverri, túrur nr. 2346 Tíðarskeið: 28/9-07/10 2023 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna botnfisk á djúpum leiðum. Hetta er ein yvirlitstroling fyri djúpvatnsfisk í føroyskum […]
Sild og svartkjaftur norðanfyri
Jákup Sverri, túrur nr. 2320 Tíðarskeið: 4-16/5 2023 Ábyrgd: Sólvá Káradóttir Eliasen Endamál: Endamálið við túrinum var at kanna nøgdir og aldurssamanseting av sild og svartkjafti í havøkinum norðan fyri […]
Svartkjaftur sunnanfyri
Jákup Sverri, túrur nr. 2312 Tíðarskeið: 22/3-5/4 2023 Ábyrgd: Jan Arge Jacobsen Endamál: At kanna nøgdirnar av svartkjafti í økinum sunnan fyri Føroyar og í norðara parti av gýtingarøkinum. Ekkókanningin […]
Viðkomandi tíðindi
Minni til av norðhavssild og svartkjafti
Minni er til av norðhavssild og svartkjafti í Norskahavinum í ár enn í fjør. Tað vísa úrslitini frá árligu sildakanningunum fyrr í vár. Høvuðsniðurstøðan er, at vísitalið fyri sildastovnin nú…
Jákup Sverri liðugur við sildakanningar
Týsdagin 16. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Sild var at síggja í mestsum øllum kanningarøkinum hjá Jákup Sverra, sum í ár var væl norðari…
Nógvur svartkjaftur sunnanfyri
Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar fyri páskir. Fyribilsúrslitini vísa, at nógv er til av svartkjafti í føroyskum øki í ár,…
Nógvur smáur svartkjaftur sunnanfyri
Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar fyri páskir. Fyribilsúrslitini vísa, at nógv er til av smáum svartkjafti í føroyskum øki í ár.…