Standard hydrografi
Jákup Sverri, túrur nr. 2304
Tíðarskeið: 10-16/2 2023
Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen
Endamál: Endamálið við túrinum er at fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar og túrurin er ein partur av teimum regluligu kanningunum eftir teimum seks standardskurðunum. Túrurin er partur av FARMON 2022 verkætlanini.
Samandráttur
Vit tóku 53 CTD støðir eftir standardskurðunum N, E og V, umframt eina CTD støð í Bankarennuni. Á øllum støðum var CTDin brúkt at máta vertikalar profilar av hita, saltinnihaldi og gróðri (fluorescence). WP2 glúpur (200 µm) var togaður frá 50 m dýpi og upp til vatnskorpuna at máta nøgd og samanseting av djóraæti. Á útvaldum støðum (sum ásett í sýnishondbókni fyri Umhvørvisdeilidina, partur 4.1) vóru vatnprøvar tiknir til analysu av óorganiskum tøðevnum og karbon. Eyka prøvar av óorganiskum tøðevnum vóru tiknir í dýpinum (1300m) á skurði N. Jákup Sverri er útgjørdur við eini sonevndari Ferryboks (Ávegisdátasavnari) – tað er eitt tól, ið áhaldandi mátar eitt nú hita og saltinnihald í vatnskorpuni, meðan siglt verður – og einari ADCP, sum mátar rákið undir skipinum. Hesi bæði tólini savnaðu data inn allan túrin.



Um túrin
Vit fóru út fríggjadagin 10/2 kl. 16. av Hulki. Avgjørt var at sigla eystur á støð N1 á skurði N. Vit byrjaðu skurðin kl. 1930. Veðrið var hampuligt, til vit komu norður á støð N12, Meðan vit tóku støð N13, vaks vindurin, men støðin varð tikin í øllum góðum. So vit valdu at bíða eina løtu á støð N14, til vindurin var nakað minkaður. Kl. 0330 12/2 byrjaðu vit so at taka støð N14, tað gekk væl.
Leiðin gekk so inn á innastu støð á skurði E, har vit byrjaðu at taka støðir 12/2 kl.21. Hesin skurðurin varð tikin allan vegin til Hetlands.
So var siglt vestur í Bankarennuna, har vit komu mánakvøldið 14/2 kl. 18. Vit tóku fyrst eina støð yvir einum streymmátara á NWFB, har vóru eisini prøvar tiknir til titrering, tað er at máta oksygen.
Vit skuldu taka eina støð við Multiglúpinum á støð V5, men tá glúpurin var komin niður á 100 m mistu vit sambandið. Tað vísti seg at ein kaðal, sum data kom upp ígjøgnum, var slitnaður. So vit gjørdu ikki meir við hesa støðina, men sigldu út á Føroyabanka.
Vit tóku so skurð V av Bankanum og inn ímóti Sandoynni.
Vit vóru liðug við skurðin mikudagin 15/2 kl.17.
Vit vóru á Havnini 15/2 kl. 1900.
Prøvatøka
Prøvatøka/mátingar | Støðir/øki |
Ávegisdátusavnarin | Mátaði allan túrin |
CTD støðir (íroknað fluorescence) | 53 støðir (N, E og V skurður) og ein støð í Bankarennuni |
Tøðsølt (Vanligt) | N04, N05, N13, N14, E10, E11, E12, E13 og V06 |
ADCP streymmátari | Mátaði allan túrin |
Salt prøvar | Onnurhvør støð í stabilum sjógvi, umframt 3-4 prøvar um dagin frá Ávegisdátuasavnaranum. |
CO2 prøvar | N04, N05, N13, N14, E10, E11, E12, E13 og V06 |
Salt goymsluprøvar | N07 (1300 m og 185 m), V06 (840 m og 200 m) |
WP2 200 µm (50m) | 35 (N, E og V skurð) |
Reiðskapur
Sea-Bird 911+ CTD, WP2-glúpur, Multiglúpur, útgerð til prøvatøku av djóraæti, tøðsølt, oksygen og CO2.
Viðmerkingar
Veirstýrið mátti stillast javnan, men vit dugdu ikki at síggja nakað mynstur.
CTD-weirurin glapp tvær ferðir úr blokkinum, men fekk ikki skaða av hesum.
Vit mistu ein glúp á skurði N.
Saltprøvarnir og tøðsølt verða analyserað í vár og hinir prøvarnir, tá tíð er til at tess.
Fólk við frá Havstovuni
Regin Kristiansen (kanningarleiðari), Eilif Gaard og Durita Sørensen
Túrfrágreiðingar
Standard hydrografi – Streymmátara út
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2436 Tíðarskeið: 28/8-2/9 2024 Ábyrgd: Hjálmar Hátún Endamál: At fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar, og at leggja ein streymátara (ADCP) út. Endamálið við […]
Fjarðakanning
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2434 Tíðarskeið: 27/8 2024 Ábyrgd: Sólvá Jacobsen Endamál: Í firðir at gera kanningar uppi í sjónum og sedimentkanningar, og í øðrum lagi at kanna samskifti […]
Standard hydrografi – Streymmátarar út
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2424 Tíðarskeið: 7-10/6 2024 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar, og at leggja […]
Viðkomandi tíðindi
Hitabylgja í havinum
Seinastu 1-2 vikurnar hevur ein hav-hitabylgja tikið seg upp í eystara parti av Norðuratlantshavi. Hitabylgjan hevur verið serliga ógvuslig í økinum vestan fyri Írland og Skotland. Sjógvur frá vestara parti…
Jákup Sverri verið á hydrografitúri
Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboya varð tikin upp í øllum góðum. …
Tveir djúpir havstreymar undan kavi
Tveir djúpir havstreymar eru nýliga avdúkaðir, IcelandFaroe Slope Jet og Faroe Shetland Channel Jet. Annar gongur fram við hellingini á norðaru síðu á Íslandsrygginum, ímeðan hin gongur gjøgnum Hetlandsrennuna í…
Samband ímillum reyðæti, havstreymar og norðhavssild
Desember 2021 vardi Inga Kristiansen sína Ph.D. verkætlan á Fróðskaparsetrinum um samband millum reyðæti, havstreymar og norðhavssild. Eitt høvuðsúrslit var, at tá meira kaldur sjógvur kemur úr Íslandi, er meira…