{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Standard hydrografi

Jákup Sverri, túrur nr. 2304

Tíðarskeið: 10-16/2 2023

Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen

Endamál: Endamálið við túrinum er at fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar og túrurin er ein partur av teimum regluligu kanningunum eftir teimum seks standardskurðunum. Túrurin er partur av FARMON 2022 verkætlanini.

Samandráttur

Vit tóku 53 CTD støðir eftir standardskurðunum N, E og V, umframt eina CTD støð í Bankarennuni. Á øllum støðum var CTDin brúkt at máta vertikalar profilar av hita, saltinnihaldi og gróðri (fluorescence). WP2 glúpur (200 µm) var togaður frá 50 m dýpi og upp til vatnskorpuna at máta nøgd og samanseting av djóraæti. Á útvaldum støðum (sum ásett í sýnishondbókni fyri Umhvørvisdeilidina, partur 4.1) vóru vatnprøvar tiknir til analysu av óorganiskum tøðevnum og karbon. Eyka prøvar av óorganiskum tøðevnum vóru tiknir í dýpinum (1300m) á skurði N. Jákup Sverri er útgjørdur við eini sonevndari Ferryboks (Ávegisdátasavnari) – tað er eitt tól, ið áhaldandi mátar eitt nú hita og saltinnihald í vatnskorpuni, meðan siglt verður – og einari ADCP, sum mátar rákið undir skipinum. Hesi bæði tólini savnaðu data inn allan túrin.

Mynd 1. Fyribilsúrslit frá standardskurði N. Støð 1 er á Landgrunninum og støð 19 er á 64°30N. Til vinstru: Hiti, Í miðuni: saltinnihald og til høgru: oksygen. Saltinnihaldið á tveimum teimum fyrstu støðunum er niðan fyri 35.0, sum er rættuliga lágt. Sama er á innastu støð á SSE – sí mynd 2.
Mynd 2. Fyribilsúrslit frá standardskurði E. Støð 1 er á Landgrunninum og støð 19 er við Hetland. Til vinstru: Hiti, Í miðuni: saltinnihald og til høgru: oksygen. Saltinnihaldið á tí fyrstu støðini (støð 1) er niðanfyri 35.0, sum er rættuliga lágt. Hendan støðin er áraka Høgnaboða.
Mynd 3. Fyribilsúrslit frá standardskurði V. Støð 1 er á Føroyabanka og støð 15 er á Landgrunninum. Til vinstru: Hiti, Í miðuni: saltinnihald og til høgru: oksygen.

Um túrin

Vit fóru út fríggjadagin 10/2 kl. 16. av Hulki. Avgjørt var at sigla eystur á støð N1 á skurði N. Vit byrjaðu skurðin kl. 1930. Veðrið var hampuligt, til vit komu norður á støð N12, Meðan vit tóku støð N13, vaks vindurin, men støðin varð tikin í øllum góðum. So vit valdu at bíða eina løtu á støð N14, til vindurin var nakað minkaður. Kl. 0330 12/2 byrjaðu vit so at taka støð N14, tað gekk væl.

Leiðin gekk so inn á innastu støð á skurði E, har vit byrjaðu at taka støðir 12/2 kl.21. Hesin skurðurin varð tikin allan vegin til Hetlands.

So var siglt vestur í Bankarennuna, har vit komu mánakvøldið 14/2 kl. 18. Vit tóku fyrst eina støð yvir einum streymmátara á NWFB, har vóru eisini prøvar tiknir til titrering, tað er at máta oksygen.
Vit skuldu taka eina støð við Multiglúpinum á støð V5, men tá glúpurin var komin niður á 100 m mistu vit sambandið. Tað vísti seg at ein kaðal, sum data kom upp ígjøgnum, var slitnaður. So vit gjørdu ikki meir við hesa støðina, men sigldu út á Føroyabanka.

Vit tóku so skurð V av Bankanum og inn ímóti Sandoynni.

Vit vóru liðug við skurðin mikudagin 15/2 kl.17.

Vit vóru á Havnini 15/2 kl. 1900.

Prøvatøka

Prøvatøka/mátingarStøðir/øki
ÁvegisdátusavnarinMátaði allan túrin
CTD støðir (íroknað fluorescence)53 støðir (N, E og V skurður) og ein støð í Bankarennuni
Tøðsølt (Vanligt)N04, N05, N13, N14, E10, E11, E12, E13 og V06
ADCP streymmátariMátaði allan túrin
Salt prøvarOnnurhvør støð í stabilum sjógvi, umframt 3-4 prøvar um dagin frá Ávegisdátuasavnaranum.
CO2 prøvarN04, N05, N13, N14, E10, E11, E12, E13 og V06
Salt goymsluprøvarN07 (1300 m og 185 m), V06 (840 m og 200 m)
WP2 200 µm (50m)35 (N, E og V skurð)
Talva 1. Mátingar og prøvar, sum blivu tiknir á túrinum.

Reiðskapur                   

Sea-Bird 911+ CTD, WP2-glúpur, Multiglúpur, útgerð til prøvatøku av djóraæti, tøðsølt, oksygen og CO2.

Viðmerkingar               

Veirstýrið mátti stillast javnan, men vit dugdu ikki at síggja nakað mynstur.
CTD-weirurin glapp tvær ferðir úr blokkinum, men fekk ikki skaða av hesum.
Vit mistu ein glúp á skurði N.
Saltprøvarnir og tøðsølt verða analyserað í vár og hinir prøvarnir, tá tíð er til at tess.

Fólk við frá Havstovuni

Regin Kristiansen (kanningarleiðari), Eilif Gaard og Durita Sørensen

Túrfrágreiðingar

  • Standard hydrografi

    Jákup Sverri, túrur nr. 2304 Tíðarskeið: 10-16/2 2023 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum er at fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar og túrurin er ein […]

    Les meir

Viðkomandi tíðindi

  • Hitabylgja í havinum

    Seinastu 1-2 vikurnar hevur ein hav-hitabylgja tikið seg upp í eystara parti av Norðuratlantshavi. Hitabylgjan hevur verið serliga ógvuslig í økinum vestan fyri Írland og Skotland. Sjógvur frá vestara parti…

    Les meira

  • Jákup Sverri verið á hydrografitúri

    Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboya varð tikin upp í øllum góðum. …

    Les meira

  • Tveir djúpir havstreymar undan kavi

    Tveir djúpir havstreymar eru nýliga avdúkaðir, IcelandFaroe Slope Jet og Faroe Shetland Channel Jet. Annar gongur fram við hellingini á norðaru síðu á Íslandsrygginum, ímeðan hin gongur gjøgnum Hetlandsrennuna í…

    Les meira

  • Samband ímillum reyðæti, havstreymar og norðhavssild

    Desember 2021 vardi Inga Kristiansen sína Ph.D. verkætlan á Fróðskaparsetrinum um samband millum reyðæti, havstreymar og norðhavssild. Eitt høvuðsúrslit var, at tá meira kaldur sjógvur kemur úr Íslandi, er meira…

    Les meira