
Føroysk gransking á ICES Decadal Symposium í Bergen
Karin Margretha H. Larsen, havfrøðingur, var ein av høvuðstalarunum á ráðstevnu hjá ICES í Bergen í síðstu viku.
Í sambandi við, at ICES hevur fyriskipað ráðstevnuna “Symposium on Decadal Variability of the North Atlantic and its Marine Ecosystems” fyri fjórðu ferð, vóru fleiri framløgur frá granskarum á Havstovuni. Karin Margretha H. Larsen var ein av høvuðstalarunum, ella sokallað keynote speaker, og legði sostatt fyri á ráðstevnuni mánadagin 20. juni.
Við yvirskriftini “North Atlantic Ocean climate in the recent decade” tók Karin Margretha H. Larsen saman um havfrøðiligu støðuna í Norðuratlantshavi síðani 2010. Karin Margretha greiddi frá um, hvørjar størri broytingar hava verið í havumhvørvinum, eitt nú um óvanliga lága saltinnihaldið í Atlantssjógvi, sum sást í føroyskum øki í 2016. Hon greiddi eisini frá um rákið tvørtur um Grønland-Skotland-ryggin og týdningin av havstreymum, sum føra tøðevni til okkara leiðir og ávirkanina á vistskipanir í havinum.
Bogi Hansen, havfrøðingur, hevði fyrilestur um, hvussu sjóvarfalsstreymur ávirkar gróðurin av plantuæti á føroyska landgrunninum.
Hjálmar Hátún, havfrøðingur, legði fram um eina serútgávu (Research Topic), sum júst er útgivin av tíðarritinum Frontiers in Marine Science (ritstjórnað av Hjálmari saman við granskarum úr Noregi, Íslandi og Danmark). Talan er um 19 greinar, sum allar vísa dømir um, hvussu broytingar í atmosferu og havumhvørvi ávirka vistfrøði í Norðuratlantshavinum. Átta av hesum greinum eru skrivaðar av granskarum á Havstovuni.
Inga Kristiansen, lívfrøðingur, tók støði í síni Ph.D.-gransking, har broytingar í atgongdini til føði hjá norskari várgýtandi sild í mai-mánaða varð greinað.
Á ráðstevnuni høvdu granskarar á Havstovuni eisini fleiri postarar til tann sokallaða poster session (sí mynd). Á myndini síggjast frá vinstru Hjálmar Hátún, Bogi Hansen og Karin Margretha H. Larsen framman fyri einum av postarunum hjá Havstovuni.
Viðkomandi tíðindi
Fundur um Norskahavið á Havstovuni
Mikudagin 22. november vóru áhugapartar frá stovnum og vinnu boðin til fund um Norskahavið á Havstovuni. Endamálið var at kunna um gransking í Norskahavinum og eisini at spyrja áhugapartarnar um,…
PhD skeið um havklima og vistskipanir væleydnað
PhD-skeiðið, við heitinum “Ecologically relevant oceanographic processes in the Northeastern Atlantic” er nú lokið. Allir 14 næmingarnir stóðu royndina og hava fingið prógv frá Fróðskaparsetri Føroya. Granskarar á Havstovuni og…
Havstovan á Náttúruráðstevnu í Norðurlandahúsinum
Á Náttúruráðstevnuni, sum var í Norðurlandahúsinum týsdagin 3. oktober, hevði Sólvá Jacobsen, lívføðingur á Havstovuni, eina framløgu. Hon greiddi frá náttúruni í havinum og um týdningin av at fáa meiri…
Verkstova um havgransking í Nuuk
Granskarar á Havstovuni eru júst heimkomnir av verkstovu í Nuuk millum samstarvspartarnar í granskingarskránni um Havgransking í Norðuratlantshavi. Á verkstovuni vóru fyribils úrslit frá teimum fýra verkætlanunum, sum byrjaðu í…