
Føroyastreymurin
Fram við Føroyum er eitt rák av heitum sjógvi vestaneftir. Tann týdningarmesta greinin av hesum ráki fer norðan fyri Føroyar og nevnist Føroyastreymurin. Hann er høvuðslívsæðrin, sum lívgar umstøðurnar á sjógvi og landi. Í nógv ár hava vit kannað viðurskiftini og rákið í hesum streymi. Tí vita vit, hvussu hann er og broytist. Vit vita eisini, hví vit hava henda streym, og hví hann broytist, sum hann ger.
Hetta er úr Sjóvarmál 2010, les víðari her.
Viðkomandi tíðindi
Djúpur havstreymur fram við Íslandsrygginum útgreinaður
Í dýpinum í Norðurhøvum er ísakaldur sjógvur, sum ferðast suðureftir og flýtir yvir Grønland-Skotland ryggin, serliga gjøgnum Danmarkarsundið og Bankarennuna. Í eini nýggjari útgreining verður víst, at sjógvur úr Íslandshavinum…
Subpolari meldurin stýrir eisini vistskipanum í grønlendskum sjógvi
Tað er nú vælkent at subpolari meldurin ávirkar vistfrøðina í norðureystara parti av Atlantshavinum – altso um okkara leiðir. Í nýggjari vísindaligari grein vísa vit, at hetta eisini ger seg…
Hava funnið ókendan djúpan havstreym
Sjógvur verður køldur í norðurhøvum, og hetta ger, at hann søkkur og síðani fossar suðureftni niðri við botn. Stórur partur av hesum djúpa suðurvenda ráki fer gjøgnum Bankarennuna, sum er…
Legan hjá Golfstreyminum ávirkar havumhvørvið kring Føroyar
Flest øll hava hoyrt um Golfstreymin. Nógv vita eisini, at broytingar í styrkini av hesum ráki kann ávirka havumhvørvið og veðurlagið her um okkara leiðir. Men hesin sterki streymur flytir…