
Føroyar fáa formannskapin í NWWG arbeiðsbólkinum
Í januar 2024 fór fram formansfundur hjá Altjóða Havrannsóknarstovninum (ICES) og høvdu Føroyar (Havstovan) eitt umboð á fundinum.
Helga Bára Mohr Vang hevur átikið sær uppgávuna at leiða “North Western” arbeiðsbólkin (NWWG) næstu trý árini.
NWWG er tann arbeiðsbólkurin í ICES, sum umsitur stovnsmetingar og ráðgeving av botnfiskastovnum í norður-vestur Atlantshavi. Hetta eru havøkini kring Føroyar, Ísland og Eysturgrønland.
Síðstu ferð Føroyar høvdu formanskapin var í 2012-2014, og tá var Petur Steingrund formaður.
NWWG er ein av elstu arbeiðsbólkunum í ICES og var settur á stovn í 1950’unum og útgav sína fyrstu frágreiðing í 1961. Jákup Sverri Joensen, fyrsti føroyski fiskifrøðingur, var tá føroyska umboðið í bólkinum.
Mynd: ICES
Viðkomandi tíðindi
Havstovan nýggja heimasíðu
Tann 29. mai varð nýggja heimasíðan hjá Havstovuni gjørd almenn. Tað er fyritøkan Lunnar, sum hevur ment og sniðgivið síðuna. Nýggja heimasíðan er eitt munandi framstig í mun til undanfarnu…
Vitjan úr Íslandi
Í síðstu viku fekk Havstovan vitjan av systurstovninum í Íslandi – Hafrannsóknastofnun (HAFRÓ). Endamálið við vitjanini í Føroyum var at kunna seg um ymiska gransking í havumhvørvi. Við á ferðini…
Skúlaflokkar vitja Havstovuna
Tórshavnar kommuna skipar fyri umhvørvisviku, og í hesum sambandi hava fleiri skúlaflokkar verið á vitjan á Havstovuni. Her hava tey hoyrt um, hvussu havstreymar ferðast fram við Føroyum, og hvussu…
Karin Margretha H. Larsen vald í ráðgevandi toymið fyri veðurlagsgransking
Nationalt Center for Klimaforskning (NCKF), sum húsast hjá Danmarks Meteorologiske Institut (DMI), hevur valt 17 limir í nýtt ráðgevandi toymi. Eitt føroyskt umboð er í toyminum, og tað er Karin…