
Føði til toskalarvur ávirkar tilgongdina
Tilgongdin til toskastovnin á Landgrunninum broytist nógv frá einum ári til annað. Flestu ár síðani 2005 hevur tilgongdin verið sera vánalig, og hon er í stóran mun tengd at nøgdini av hóskandi føði til larvur og yngul, áðrenn fiskurin tekur botn.
Føroyski toskastovnurin er regluliga blivin kannaður seinastu 60 árini. Í juni 1983 fór Havstovan undir at gera ein regluligan yngultúr, har nøgdir av m.a. toskayngli verða kannaðar og í apríl 1997 varð fyrsti regluligi kanningartúrur av larvum gjørdur. Í eitt áramál vórðu magakanningar av knapt 5000 toskalarvum og -yngli gjørdar fyri at vita, um føði í larvu- og/ella yngulstiginum kann ávirka tilgongdina til stovnin. Ein umfatandi greining av hesum kanningum er nú útgivin í tveimum greinum í tíðarritinum Marine Biology.
Fyrra greinin, sum kom út í 2020 lýsir, hvat toskalarvur og -yngul á føroyska landgrunninum eta. Fyrstu tíðina hjá larvuni er føðin evarska smátt djóraæti og so hvørt sum fiskurin veksur út á várið og summarið, tekur hann størri og størri føði (Mynd 1). Í greinini verður víst á, at toskalarvurnar eru úrveljandi, tá tær eta. tvs. at fongdýragóðska t.e. slag og stødd hava týdning. Harumframt verður víst á, at larvur, ið eru 1-2 mánaðar gamlar, eru í stórum vanda fyri ikki at hava nóg mikið av føði. Leinkja til greinina er her.

Mynd 1. Fyrstu umleið 3 mánaðarnar livir toskalarvan/yngulin uppi í sjónum og etur djóraæti. Ta fyrstu tíðina tekur tann lítla larvan evarska smátt djóraæti, men so hvørt sum fiskurin veksur, tekur hann størri og størri føði. Av tí at larvurnar duga illa at svimja, má føðin koma rættiliga tætt at larvuni, fyri at tær skulu megna at gloypa henni. Hetta merkir at rættiliga nógv av føði má vera uttan um larvurnar. Fongdýra-tættleiki og ’timing’ hava sostatt stóran týdning fyri vøkstur og yvirlivilsi, men eisini fongdýra-góðska, t.e. slag og stødd hava týdning.
Í seinnu greinini, sum júst er útgivin, verður víst á, at tal av toskalarvum beint eftir gýting er nær tengt at støddini av gýtingarstovninum. Tískil er tað av stórum týdningi at hava ein burðardyggan gýtingarstovn. Ein stórur gýtingarstovnur er tó ikki nøkur trygd fyri, at tilgongdin verður stór. Deyðiligheitin í larvu- og yngulstigunum er sera stór og sveiggjar nógv. Nýggja greinin vísir, at tilgongdin er tengd at yvirlivilsinum frá larvu til yngulstig, og at yvirlivilsi er treytað av mongdini av tøkari føði. Tað er gróðurin um várið, sum ger av, hvussu nógv er av føði til toskalarvurnar (Mynd 2). Nýggjasta greinin kann lesast her.
Mynd 2. Tað er eitt gott samband ímillum dagliga deyðan frá larvu til yngul og gróðurin á Landgrunninum (R = 0.73).

Viðkomandi tíðindi
Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni
Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýtingarøkjum. Hesi økini eru, har bátarnir…
Nær fer gróðrinum á Landgrunninum í gongd í ár?
Enn er gróðurin niðan fyri 1 µg chl-a/L, sum er markið, har vit siga, at nú er gróðurin byrjaður. Væntandi fer gróðurin at byrja innan alt ov langa tíð. Spennandi…
Eitt vet meira av toski
Váryvirlitstrolingin á Landgrunninum vísir, at tað er eitt vet meira av toski í vár mun til síðsta vár, men nøgdirnar eru tó enn lítlar. Toskurin er rakari enn síðstu árini,…
Tilmæli 2025
Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er eisini oman fyri fyrivarnismørkini. Fyri…