
Fløskupostur úr Íslandi tekur eitt ár
Tað sigst at íslendskir landnámsmenn kastaðu tvinnar hásætissúlur í havið og skuldu lata bý byggja, har hesar komu upp á land. Hetta bleiv til Reykjavík. Íslendska barnaútvarpið setti tveir fløskupostar, útgjørdir við GPS sendara, í sjógvin út fyri Reykjavík fyri júst einum ári síðani og fylgja gongdini hjá hesum umvegis fylgisvein.
Tað forvitnisliga er, at fløskupostarnir ikki róku til Reykjavíkar, men fóru út á opið hav og nærkast nú føroyskum sjógvi – eftir at hava verið sunnan fyri Kappan og vesturi við New Foundland. Hesar fløskur hava fylgt kendum streymum væl neyvari enn ein kundi væntað frá slíkari ikki-vísindaligari roynd. Fløskurnar hava nevniliga ferðast eina umferð kring tann sonevnda subpolara meldurin (sí mynd), og túrurin um meldurin hevur tikið væl styttri tíð enn vísindafólk vildu mett.

Subpolari meldurin er ein stórur “bjølgur” við køldum og lutfalsliga feskum sjógvi, ið melur móti klokkuni sunnan fyri Ísland og Grønland. Rásinar hjá fløskunum hava neyvt fylgt periferiini á hesum meldri, og hetta er ein staðfesting av fleiri spennandi havfrøðiligum fyribrigdum (les meiri her).
Síðstu vikurnar eru fløskurnar riknar eystur móti bretska meginlandinum og onnur (tann reyða) er komin heilt inn móti Hebridunum og kemur neyvan út aftur. Hin er í løtuni í Rockall-rennuni, og spennandi verður at vita hvussu nær Føroyum hon kemur.
Rásin hjá tveimum fløskupostum (reyð og grá), sjósettir við Reykjavík í januar 2016. Pílarnir vísa hvønn veg fløskurnar hava rikið, og tølini vísa til havfrøðilig fyribrigdi á leiðini. Myndin er tikin frá heimasíðuni (http://krakkaruv.is/floskuskeyti) 13. Januar, 2017.
Viðkomandi tíðindi
Er “Golfstreymurin” í ferð við at vikna?
Í nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Science Advances vísa hollendskir granskarar á, at ”Golfstreymurin” er á veg á eitt markamót. Hetta byggja teir á úrslit frá eini royndarkoyring við nýggjastu…
Nýggj ritgerð um heita rákið millum Ísland og Føroyar
Nýggj vitan um rákið av heitum sjógvi norðan fyri okkum er júst komin í vísindatíðarritinum Ocean Science. Tvørtur um undirsjóvarryggin millum Ísland og Føroyar rekur heitur sjógvur úr Atlantshavi inn…
Hitabylgja í havinum
Seinastu 1-2 vikurnar hevur ein hav-hitabylgja tikið seg upp í eystara parti av Norðuratlantshavi. Hitabylgjan hevur verið serliga ógvuslig í økinum vestan fyri Írland og Skotland. Sjógvur frá vestara parti…
Jákup Sverri verið á hydrografitúri
Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboya varð tikin upp í øllum góðum. …