{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Vahls úlvfiskur

Lycodes vahlii

Vahls úlvfiskur er botnfiskur og heldur til í sjógvi, sum er 0-5°C. Hann er langur og smidligur fiskur. Strikan er niðarlaga, nær búkkantinum. Ryggfjøðurin og gotfjøðurin renna saman í ein spíss aftast, so at eingin stertur er. Rundu uggafjaðrarnar eru ikki so stórar og búkfjaðrarnar smáar. Av gronini aftur til fremra enda á gotfjøðurini er um 38-43% av heildarlongdini.

Útbreiðsla

Vahls úlvfiskur er at finna bæði í Norðurvesturatlantshavi og í Norðureysturatlantshavi. Talan er helst um tvey ymisk undirsløg, sum halda til hvør sínu megin Atlantshavið.

Stødd

Vahls úlvfiskur kann verða upp í 52 cm langur.

Dýpi

Er at finna úr 40 m niður á 1200 m dýpi.

Litur

Liturin er ymiskur við aldrinum, brúnur ella gulgráur hjá vaksnum fiski. Ofta er ein lítil myrkur blettur fremst á ryggfjøðurini, onkuntíð upp í fýra. Ungur fiskur hevur 8-13 breiðar, myrkar tvørrípur, sum hvørva við aldrinum.

Eyðkenni

Hevur ikki innvikið í ryggfjøðurini, sum úlvfiskar vanliga hava. Strikan er niðarlaga, nær búkkantinum.

Týdningur

Vahls úlvfiskur hevur ongan vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Vahls úlvfiskur
Lat:Lycodes vahlii
Dan:Vahls ålebrosme
Eng:Vahl’s eelpout
Ísl:Litli mjóri
Nor.Vanlig ålebrosme, Vahls ålebrosme
Sve:Ålbrosme
Týs:Vahls Wolfsfisch

Viðkomandi tíðindi

Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni

07.04.2025

Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýti…

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…