{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Úlvfiskur

Lycodes esmarki

Úlvfiskur er langur og smidligur fiskur. Hann hevur tvær strikur. Onnur er eftir miðjuni og hin niðast á síðuni. Tann ovara er ofta kám og ring at síggja. Ryggfjøðurin og gotfjøðurin renna saman í ein spíss aftast, so at eingin stertur er. Hann hevur stórar, rundar uggafjaðrar og smáar búkfjaðrar. Roðsla er upp á nakkan, upp undir ryggfjøðurina og við uggafjaðrafestið. Av gronini aftur til fremra enda á gotfjøðurini er um 38-41% av heildarlongdini, og kropshæddin við fremra enda á gotfjøðurini er um 12-14% av heildarlongdini. Høvdið er um 20% av heildarlongdini.

Útbreiðsla

Úlvfiskur er úr Hetlandsrennuni til Íslands, Svalbarðs og í vestara Barentshavi. Í Eysturgrønlandi, í Davisfirði og frá Labrador til Cape Cod. Hann sæst javnan í veiðuni undir Føroyum á djúpum vatni.

Stødd

Úlvfiskur er størstur av úlvfiskunum. Hann verður í mesta lagi 90 cm langur, men vanliga longdin er 50-60 cm.

Dýpi

Hann er botnfiskur. Hann er úr umleið 150 metra dýpi niður á meira enn 1100 metra dýpi, hann er í sjógvi millum ÷3° og +5°C.

Litur

Úlvfiskur er reyðbrúngráligur um bakið, ljósari undir búkinum. Tvørtur um bakið og niður á síðurnar hevur hann 5-7 ljós grálig bond. Hesi bond skifta skap við aldrinum. Á ungum fiski er bandið tvídeilt í neðra. Á eldri fiskum verða hesi bondini tvídeild heilt uppígjøgnum, brúnur litur er inni í bondunum. Á eldri fiskum kann hetta minna um ketumynstur. Hann hevur svart royggj.

Eyðkenni

Hann er einasta úlvfiskaslag, ið ikki hevur skúvgarnar. Tær báðar strikurnar og tey ljósu bondini. Dimmi, reyðbrúni liturin.

Týdningur

Hann hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Úlvfiskur
Lat:Lycodes esmarki
Dan:Esmarks ålebrosme
Eng:Esmark’s eelpot
Fra:Lycode de esmark
Ísl:Dílamjóri
Nor:Ulvefisk
Pol:Glowik esmarka
Rus:Likod esmarka
Sve:Esmark’s ålebrosme
Týs:Wolfsfisch
USA:Esmark’s eelpout

Viðkomandi tíðindi

  • Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast

    Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…

    Les meira

  • Tilmæli 2024

    Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira