{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Tvíprikkuti stubbi

Gobiusculus flavescens

Tvíprikkuti stubbi hevur tvær ryggfjaðrar, aftara er størri og er líka stór sum gotfjøðurin. Hann hevur stórar, breiðar og avrundaðar uggafjaðrar. Búkfjaðrarnar eru samanvaksnar og eru rættiliga stórar. Sterturin er næstan beinur aftan, bert eitt sindur rundaður aftureftir. Hann hevur stór eygu, ið eru størri í tvørmát enn frá eygunum fram á gronina.

Útbreiðsla

Hann er úr Føroyum, við Vesturálin í Noregi, innansyndis í Danmørk og nakað inn í Eystarasalt. Runt Bretsku Oyggjarnar og suður til Portugals.

Stødd

Tvíprikkuti stubbi verður vanliga upp í umleið 6 cm langur. Longsti tvíprikkuti stubbi, sum er fingin í Føroyum, var 6,7 cm.

Dýpi

Hann er inni í fjøruni, í taranum, í smáum torvum.

Litur

Kroppurin er reyðbrúnur við fýra ljósum ‘saðlum’ tvørtur um bakið frá høvdinum aftur um aftaru ryggfjøður. Myrkir og bláligir blettir eru fram við strikuni. Ryggfjaðrarnar og sterturin hava reydlig tvørbond. Kallfiskarnir hava klárari litir. Ein stórur, dimmur blettur er á síðuni á klingruni, oftast við gulligari rond. Ein annar kámari er undir fremru ryggfjøður. Hesin bletturin er ikki, ella sæst neyvan, á kvennfiskunum. Í gýtingini hava kallfiskarnir ofta sterkar, bláar litir og eru næstan ikki at kenna aftur.

Eyðkenni

Svarti bletturin á síðunum á klingruni. Fýra ljósir ’saðlar’ tvørtur um bakið. Sum tann einasti stubbin hevur hann sjey teinar í fremru ryggfjøður.

Týdningur

Hann hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Tvíprikkuti stubbi
Lat:Gobiusculus flavescens, Chaparrudo flavecens, Gobius flavecius, Gobius flavescens
Dan:Toplettet kutling
Eng:Two-spotted goby, Twospotted goby
Fin:Seitsenruototokko
Fra:Gobie nageuse, Gobie nageur
Ita:Ghiozzetto bipuntato
Ned:Ruthensparr grondel
Nor:Tangkutling
Pol:Babka czarnoplamka, Babka dwuplamka
Spa:Gobio nadador
Sve:Sjusträlig smørbult
Týs:Schnappgrundel, Fleckgrundel, Snappküling

Viðkomandi tíðindi

  • Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast

    Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…

    Les meira

  • Tilmæli 2024

    Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira