Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Tindabak |
Lat: | Notacanthus chemnitzi |
Dan: | Chemnitz pigål |
Eng: | Spine eel, Snubnosed spiny eel |
Ísl: | Broddabak |
Jap: | Kuro-sogogisu |
Nor: | Nordlig piggål |
Pol: | Luscacz |
USA: | Spiny eel |
Notacanthus chemnitzii
Tindabak er langur og mjáur fiskur. Hægst er tað á miðjuni og væl hægri enn breitt. Ryggfjøðurin er eitt rað av píkum, ið stinga upp úr bakinum. Tann fremsti er lægstur og situr yvir búkfjøðurini. Gotfjøðurin er long, um helvtina av fiskinum, og teir fremstu 20 – 21 teinarnir eru beinteinar, hinir eru bleytir. Sterturin er lítil, og hann rennur saman við gotfjøðurina. Uggafjaðrarnar og búkfjaðrarnar eru smáar. Tindabak hevur striku og smáar roðslur. Høvdið er lítið, og gronin er fram yvir kjaftin. Kjafturin er miðalstórur og kemur aftur móti eygunum. Tenninar eru smáar og standa tætt saman. Í ovara kjafti í einum og í niðara kjafti í tveimum røðum. Eyguni eru smá og sita høgt á høvdinum.
Undir Føroyum er hann rættiliga vanligur sunnan fyri Føroyabanka og vestan fyri Suðuroynna. Hann er annars frá Móritania til Íslands og Grønlands. Úr Nýfundlandi til Meksikoflógvan. Hann tykist ikki at vera í tropiskum sjógvi, men báðumegin Suðuramerika, við Nýsæland og Suðurafrika og í Indiahavinum.
Stødd
Tindabak verður upp í umleið 120 cm langt.
Dýpi
Tað er á dýpum millum 325 og 2500 metrar.
Litur
Tað er ljóst brúnligt, dimmari í erva. Kápan aftast og kanturin á gronini í erva eru ljóst blálig.
Eyðkenni
Fremsti ryggpíkur er uppi yvir búkfjaðrafestinum. Píkar í tali.
Týdningur
Hann hevur ikki vinnuligan týdning.
Før: | Tindabak |
Lat: | Notacanthus chemnitzi |
Dan: | Chemnitz pigål |
Eng: | Spine eel, Snubnosed spiny eel |
Ísl: | Broddabak |
Jap: | Kuro-sogogisu |
Nor: | Nordlig piggål |
Pol: | Luscacz |
USA: | Spiny eel |
Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…
Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…
Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin. Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…