{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Tarasproti

Syngnathus acus

Tarasproti er langur og klænur. Sterturin er lítil, ryggfjaðrarnar og uggafjaðrarnar eru eisini smáar, men týðiligar. Frá uggafjøðurini til gotið eru 17-21 ringar tvørtur um kroppin, og frá gotinum til stertin eru 38-43. Høvdið er langt, og tranturin er meira enn helvtin av høvuðlongdini.

Útbreiðsla

Tarasproti er undir Føroyum, tó er hann sjáldan at síggja. Hann er frá
Tromsø til Kattegat, undir Bretsku Oyggjunum, suður við strondum Evropa til Portugals, í Miðjarðarhavinum og Svartahavinum. Við Vesturafrika til Senegal. Møguliga eisini við Suðurafrika.

Stødd

Tarasproti verður upp í 50 cm langur.

Dýpi

Hann er úr fjøruni og út á 116 metra dýpi.

Litur

Hann er brúnur við óregluligum myrkabrúnum, grønligum ella svørtum blettum ella krossaðum bondum á bakinum. Hann er ljósari brúnur undir búkinum. Undir høvdi og sporli er hann rómalittur. Ryggfjøðurin er brúnblettut.

Eyðkenni

Ringarnir og tann klæni, langi kroppurin. Langi tranturin og fjaðrarnar.

Týdningur

Hann hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Tarasproti, Stór sjónál
Lat:Syngnathus acus
Azo:Chicote
Dan:Stor tangnål
Eng:Greater pipefish, Common pipefish, Great pipefish
Fin:Isoneula
Fra:Aiguille de mer, Syngnathe aiguille, Trompette
Ísl:Stóri sæprjónn
Ita:Pesce ago, Singnato
Ned:Grote zeenaald
Nor:Stor kantnål, Kantnål
Pol:Iglik
Por:Marinha-comun
Rus:Bolsaja igla ryba
Spa:Aguja de mar, Mula
Sve:Större kantnål, Stor kantnål
Týs:Große Seenadel

Viðkomandi tíðindi

  • Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast

    Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…

    Les meira

  • Tilmæli 2024

    Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira