
Taralonga
Zoarces viviparus
Taralonga er botnfiskur. Hon er long og smidlig. Kroppurin nakað avlangur í tvørskurði. Kjafturin er stórur við stórum granum. Ryggfjøðurin og gotfjøðurin renna saman í ein spíss aftast, so at eingin stertur er. Aftarlaga á ryggfjøðurini er eitt týðiligt innvik. Aftanvert innvikið hevur ryggfjøðurin harðar teinar. Beinagrindin er grøn.
Sermerkt: Taralongur hava innvortis gitna og eggini verða troðin í august, men ungarnir verða ikki lagdir fyrr enn síðst í januar og líkjast tá smáum útgávum av vaksna fiskinum. Í longu burðartíðini mennast fisklarvurnar fyrst inni i eggunum, síðani verða eggini klakt og fiskalarvurnar mennast víðari inni í kvennfiskinum við at súgva smáar útposingar, sum minna um vørtir. Umframt at geva ungunum føði, virka útposingarnar eisini sum lungu, sum flyta súrevni frá mammuni til ungarnar. Tá ungarnir so verða lagdir, eru teir 3,5-5,5 cm langir. Teir eru glarir við fáum pigmentum, men líkjast í aðrar mátar vaksna fiskinum. Eftir bert fáum tímum byrja teir at liva eins og foreldrini.
Útbreiðsla
Taralonga er við Bretsku Oyggjarnar, í Norðsjónum, Eystursjónum, fram við Noregi heilt í Hvítahavið.
Við Føroyar eru hon bara fingin á Klaksvíkini, tað vit vita um. Har varð hon fyrstu ferð sædd miðskeiðis í 1990’unum.

Stødd
Taralonga kann verða upp í 50 cm long, men sjálvdan longri enn 30 cm. Honirnar gerast størri enn hannarnir.
Dýpi
Er at finna úr fjørðuni niður á umleið 40 m dýpi. Trívist best í taranum.
Litur
Liturin kann skifta nógv. Bakið gulbrúnt ella gulgrønt við upp í 15 myrkum tvørrípum, sum fara nakað upp í ryggfjøðurina.
Eyðkenni
Stóri kjafturin við stórum granum. Innvikið aftarlaga í ryggfjøðurini, og hørðu teinarnir aftanvert innvikið.
Týdningur
Taralonga hevur lítlan vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Taralonga |
Lat: | Zoarces viviparus |
Dan: | Ålekvabbe |
Eng: | Eelpout, Ocean pout, Mutton-fish, Viviparous blenny |
Fin: | Kivinilkka |
Fra: | Loquette d’Europe, Loquette, Blennie vivipare |
Nor. | Ålekvabbe, Ålekone |
Sve: | Tånglake, Ålkusa |
Týs: | Aalmutter |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi

Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni
07.04.2025
Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýti…

Tilmæli 2025
16.12.2024
Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025
29.11.2024
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið
07.10.2024
Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu
16.09.2024
Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár
22.07.2024
Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri
17.07.2024
Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum
27.05.2024
Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…