{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Tarabrosma

Pholis gunnellus

Fiskurin er langur, tunnvaksin og høgur. Kroppurin er umleið 8,5 ferðir so langur, sum fiskurin er høgur, og høvdið er umleið eins langt og kropshæddin. Tarabrosma hevur eina ryggfjøður av nakkanum aftur í klingruna. Gotfjøður er ein, og hon er frá gotinum aftur í klingruna og er um helvtina so long sum fiskurin. Hon hevur smáar uggafjaðrar og næstan ósjónligar búkfjaðrar. Sterturin er avrundaður. Hon hevur striku. Gronin er stutt og kjafturin lítil við heldur tjúkkum granum.

Útbreiðsla

Tarabrosma er vanlig undir Føroyum, er annars við eysturstrond Amerika frá Cape Cod til Labrador. Hon er undir Suður- og Vesturgrønlandi, Íslandi, Jan Mayen, Svalbarði, í Hvítahavinum og suður við Noregsstrondini. Í Eystarasalti, donskum sjógvi, frá Norðsjónum til Biskeiavíkina, og kring Bretsku Oyggjarnar.

Stødd

Tarabrosma verður upp í 30 cm long, men er sjáldan longri enn 20 cm.

Dýpi

Hon er úr fjøruni og taranum út á umleið 30 metrar, um veturin út á umleið 100 metra dýpi.

Litur

Hon hevur ymsar litir, alt eftir hvar hon er, tó er hon oftast gulbrún við reydligum farra. Marmaramynstrut, ójavnt fløkjaliga brúnliga-ljóslitað er hon um síðurnar. Hon hevur 9-13, oftast 12 døkkar blettir við hvítligum kanti aftur eftir ryggfjaðrafestinum. Undir øsinum, um búkfjaðrarnar, uggafjaðrarnar, og aftast á stertinum er hon oftast appilsinlitt.

Eyðkenni

Longdin á gotfjøðurini og hæddin á kroppinum. Teir stóru blettirnir á ryggfjaðrafestinum. Lítla høvdið.

Týdningur

Tarabrosma hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Tarabrosma, Bremma
Lat:Pholis gunnellus
Dan:Tangspræl
Eng:Butterfish, Gunnel, Nine eyes, Rock gunnel
Fin:Teisti, Teistikala
Fra:Gonelle, Papillon de mer
Grø:Qussaannaq
Ísl:Sprettfiskur
Ned:Botervis
Nor:Tangsprell
Pol:Ostropletwiec
Rus:Atlanticeskij masljuk
Sve:Tejstefisk
Týs:Butterfisch, Neunauge
USA:Rock gunnel

Viðkomandi tíðindi

  • Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast

    Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…

    Les meira

  • Tilmæli 2024

    Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira