{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Svartfiskur

Centrolophus niger

Svartfiskur er smalur og nakað hávaksin. Hann hevur eina langa ryggfjøður, eina langa gotfjøður og stóran, sýldan stert. Strikan er bogin yvir uggafjøðurini. Hann hevur lítlan kjaft, og gronin er eitt sindur longur enn eygnatvørmátið. Kjaftklovin røkkur til fremru rond á eygunum. Høvdið er umleið eins langt og kropshæddin við gotið. Fremri endi á ryggfjøðurini er aftari enn uggafjøðurfestið.

Útbreiðsla

Hann er um alt Landnyrðingsatlantshavið, norður til Íslands og Finnmørkina og nakað inn í Miðjarðarhavið. Hann fæst av og á undir Føroyum, kanska serliga sunnanfyri og vestanfyri. Frá Labrador til Bermuda. Í Suðuratlantshavinum, Indiahavinum og Kyrrahavinum.

Stødd

Svartfiskur sigst at kunna verða upp í 150 cm langur, men undir Føroyum hevur eingin verið longri enn 60-70 cm. Undir Íslandi 95 cm.

Dýpi

Hann er bæði uppi í sjónum og við botnin, niður á 650 m.

Litur

Hann er svartur við einum farra av gráum ella brúnligum uppií. Undir búkinum er hann eitt sindur ljósari.

Eyðkenni

Tann dimmi liturin, rundleidda gronin og tunnvaksni kroppurin.

Týdningur

Svartfiskur hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Svartfiskur
Lat:Centrolophus niger, Centrolophus pompilus
Dan:Sortfisk
Eng:Blackfish, Black fish, Rudderfish
Fra:Centrolophe noir
Gri:Mavropsaro
Ísl:Svarthveðnir, Hvednir
Ita:Pesce figo, Fanfano
Ned:Zwarte vis
Nor:Svartfisk
Pol:Pompil
Por:Liro-preto
Spa:Romerillo, Pàmpol
Sve:Svartfisk
Týs:Schwarzfisch
USA:Black ruff

Viðkomandi tíðindi

  • Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast

    Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…

    Les meira

  • Tilmæli 2024

    Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira