{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Súgari

Petromyzon marinus

Hann er langur og mjáur fiskur, tvørskurðurin er rundur. Tvær ryggfjaðrar eru aftarlaga á sporlinum. Hann hevur eina lítla gotfjøður, og hann hevur ikki uggafjaðrar ella búkfjaðrar. Sjey smá, rund táknaop eru í eini linju aftur frá eyganum. Fremst undir gronini hevur hann stóran, rundan súgvikjaft við nógvum rasputonnum. Slenutur og smeðin. Anadromur fiskur.

Útbreiðsla

Súgari er báðumegin Atlantshav. Frá Grikkalandi vestur ígjøgnum Miðjarðarhavið og norður í Norðsjógvin til Íslands og í Barentshavið. Hann er somuleiðis í syðra parti av Eystarasalti. Er rættiliga vanligur í føroyskum sjógvi. Vestanfyri er hann frá Labrador til norðara part av Meksikoflógvanum.

Stødd

Súgari verður í mesta lagi 100 cm langur, vanliga 60-70 cm.

Dýpi

Undan vatnskorpuni og úr fjøruni út á um 1100 metrar, bæði í miðjum sjógvi og við botnin.

Litur

Súgari er blásvartur ella brúnligur á bakinum, viðhvørt við grábláum ella ymiskt littum blettum. Liturin á bakinum er ójavnt slettur niður á síðurnar. Undir búkinum er hann ljóst gráligur. Ungir fiskar eru ljóst gulhvítligir undir búkinum og blásvartir við einum farra av silvurliti aftur eftir bakinum.

Eyðkenni

Állaskap, rundan súgvikjaft, tey sjey táknaopini og ongar uggafjaðrar ella búkfjaðrar.

Týdningur

Onkustaðni verður hann etin, men annars ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Súgari, Kjølsúgari
Lat:Petromyzon marinus
Dan:Havlampret, Havniøje
Eng:Sea lamprey, Lamper eel, Nannie nine eyes, Niner, Ramper eel, Ramplon, Stone sucker
Fin:Merinahkiainen
Fra:Lamproie marine, Anguille lampresse, Anguille musique, Grande lamproie, Lampra, Lampria, Lamprua, Llampresa
Gri:Petromyzon
Grø:Ivik
Ísl:Steinsuga, Sæsteinsuga
Ita:Lampreda di mare, Lampreda marina
Ned:Zeeprik, Bonte negenoog, Zeelamprei
Nor:Havlampret, Havniauge, Havniøye
Pol:Minóg morski, Morski minog
Por:Lampreia do mar
Rus:Morskaja minoga
Sco:Lamper eel, Nine-e’ed eel, Niner, Ramper eel, Ramplon
Spa:Lamprea, Lamprea de mar, Lamprea marina
Sve:Havsnejonøga
Týs:Meerneunauge, Zeelamprete
USA:Sea lamprey, Shad lamprey, Sucker

Viðkomandi tíðindi

  • Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast

    Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…

    Les meira

  • Tilmæli 2024

    Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira