{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Stóri kongafiskur

Sebastes norvegicus

Stóri kongafiskur hevur eina ryggfjøður við hørðum teinum fremst, eina gotfjøður við hørðum teinum fremst og stórar, rundligar uggafjaðrar. Búkfjaðrarnar eru nakað minni. Á kápubeinunum mitt á kápuni eru 5 píkar, tann niðasti vísir beint niðureftir. Eygnatvørmátið er umleið 26% av høvuðlongdini. Hann hevur undirbit. Ein lítil beinknúta er fremst á undirkjaftinum. Stóra roðslu. Hann er hávaksin fiskur. Kongafiskasløgini fáa livandi ungar.

Útbreiðsla

Stóri kongafiskur er frá Eysturgrønlandi til Svalbarðs, Murmansk og Novaja Semlja. Um Ísland, Føroyar og Hetland inn í Norskurennu, Skagerrak. Hann er eisini í Vesturgrønlandi og nakað suður við Norðuramerika, frá Baffinslandi og Labrador til New Jersey.

Longdarbýti í føroysku veiðuni

Tilmæli

Stødd

Stóri kongafiskur verður upp í 100 cm langur, men vanliga 40-55 cm.

Dýpi

Hann er úr 100 m niður á 1000 m, men er vanliga millum 100 m og 500 m.

Litur

Hann er reydliga appilsinlittur, undir búkinum er hann ljósur.

Eyðkenni

Hann líkist lítla kongafiski og trantkongafiski. Niðasti píkurin á kápuni. Eygnastøddin. Beinknútan á undirkjaftinum.

Týdningur

Hann verður nógv veiddur og er virðismikil fiskur.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Stóri kongafiskur
Lat:Sebastes norvegicus
Dan:Stor rødfisk, Rødfisk
Eng:Ocean Perch, Berghilt, Golden redfish, Norway haddock, Redbarsch, Redfish, Rosefish, Sea Bream – Seabream, Sebaste, Soldier
Fin:Punasimppu, Iso kuninkaankala, Puna ahven, Ruijanahven
Fra:Grand sèbaste, Aiglefin de norwège, Chèvre, Grande sèbaste, Rouge, Sébaste
Gri:Kokkinópsaro tis Norvigías
Grø:Sulugpâvaq, Iterdlarnat, Suluppaagaq
Ísl:Stórkarfi, Gullkarfi, Karfi
Ita:Sebaste norvegio, Scorfano de Norvegia
Jap:Menuke
Ned:Roodbaars, Noorse schelvis
Nor:Storuer, Havuer, Raudfisk, Raudfjør, Rødfisk, Uer
Pol:Karmazyn
Por:Cantarilho, Comunista, Peixe vermelho
Rus:Morskoj oku’n
Spa:Gallineta nórdica, Gallineta dorada
Sve:Kungsfisk, Rødfisk
Týs:Großer Rotbarsch, Goldbarsch, Grosser Rotbarsch
USA:Red Ocean perch

Viðkomandi tíðindi

Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni

07.04.2025

Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýti…

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…