{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Stóra nebbasild

Hyperoplus lanceolatus

Stóra nebbasild er long og mjá, høvdið er langt og spískt. Hon líkist nógv øðrum nebbasildum. Uggafjøðurin røkkur akkurát ikki aftur til tað fremsta á ryggfjøðurini, og uggafjøðurin er umleið 27-32% av høvuðlongdini. Hon fær ikki skotið yvirkjaftin fram úr sær. Sterturin er sýldur. Hon hevur ikki búkfjaðrar. Hon hevur lítla og tunna roðslu. Hon hevur gómatenn, tvær tætt saman, sær út sum ein við tveimum oddum.

Útbreiðsla

Stóra nebbasild sæst av og á undir Føroyum, bæði inni við land og útiá. Hon er frá Murmansk og Svalbarði til Íslands, Føroya, Norðsjógvin, í donskum sjógvi, pørtum av Eystarasalti, til Biskeiavíkina og Portugals.

Stødd

Stóra nebbasild verður upp í 42 cm long, men sjáldan longri enn 20-30 cm.

Dýpi

Hon er úr vatnskorpuni og niður á 150 m.

Litur

Á bakinum er hon grønblá. Um síðurnar og undir búkinum er hon silvurhvít. Hon hevur dimman blett hvørjumegin á gronini framman fyri eygað, eitt sindur minni enn eygnatvørmátið.

Eyðkenni

Svørtu blettirnir mitt á gronini. Uggafjaðrarnar røkka ikki aftur undir fremra enda á ryggfjøðurini.

Týdningur

Undir Føroyum verður hon ikki veidd, annað enn onkur so hissini við húki, men aðrastaðni verður hon veidd til ídnað og agn.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: Stóra nebbasild, Nebbasildakongur
Lat:Hyperoplus lanceolatus, Ammodytes lanceolatus
Dan:Tobiskonge, Plettet tobiskonge
Eng:Great sandeel, Greater sandeel, Hornel, Launce
Fin:Isotuulenkala
Fra:Lançon commun, Allançon, Aloje, Amille, Anguille de sable, Équille, Grand lançon, Jolivet, Lantchoina, Lanti anzona, Perce sable, Talarek, Traouque sable
Gri:Ammodytes, Aminodýtes, Ammóchelo, Ammodytis, Loutsáki
Ísl:Trønusíli, Løngusíli
Ita:Cicerello, Ammodito lanceolato, Maggiore
Jap:Ikanago, Ooikanago no rui
Ned:Smelt, Groote zandaal, Zandspiering
Nor:Storsil, Bakkesil, Stortobis, Tobis siler
Pol:Dobijak
Por:Galeota maior, Frachao, Pescadina bicuda
Rus:Bo’lšaja pescanka
Spa:Lanzón, Agauacioso, Pión – Plón, Sula
Sve:Tobiskung, Sandål, Vittobis
Týs:Grosser Sandaal, Grosser Sandspierling
USA:Sand lance

Viðkomandi tíðindi

  • Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast

    Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…

    Les meira

  • Tilmæli 2024

    Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira